Høgni Mohr: Nei takk, harra Jóannes Eidesgaard

Góði Jóannes Eidesgaard.
Nógv ófantaligt verður sagt og tvíhildið um beint upp undir val. Og serliga millum vanlig fólk, ið ikki eru alment frammi við sínum skrumputu hugsanum. Í skotum, í skúrum og á gøtum verður veipað og geipað, og tað er vælsignað at koma við sínum illu og óbindandi uppáhaldum

Men tað, tú sum floksformaður í einum av størstu politisku flokkum Føroya borðreiddi við í útvarpinum dýra biðjudag, var nakað av tí bíligasta og mest andstyggiliga, sum er hoyrt av øllum. Eg noyðist at spyrja teg beinleiðis, Jóannes: Hvat í heitasta billar tú tær inn? At samanbera fullveldisfólk við nasistar og hin fasistoida Le Pen í Fraklandi?
Dýra biðjudagskvøld hevði tú møguleikan at vísa teg sum ein verdan oddamann og alment venda tær frá slíkum beinleiðis óreinum samanberingum. Men tú nýtti ikki hendan møguleika í Útvarpi Føroya, Jóannes. Heldur borðreiddi tú við tí beistagerð at hongja blóðdálkaða týska hakakrossin um hálsin á okkum, sum eru fyri fullveldi. Hetta svíður, Jóannes; og tað er ikki tí, at eg kenni meg raktan. Nei, tað er kanska heldur tí, at sambært tær sjálvum, eru fullveldisfólk ein minnilutabólkur í Føroyum. Samstundis samanbert tú okkum við ringastu bølmenni í vitsku teirra livandi føroyinga í dag. Sært tú samanhangin, Jóannes? Skulu vit bølmenni rista í brókunum, um tú kemur til valdið?
Nei takk, góði Jóannes. Sissa teg fyrst, og kom so heim til mín nakrar dagar, so skal eg vísa tær, hvat vit, sum eru fyri fullveldi her inni, leggja niður í okkara børn. Eg skal longu nú vissa teg um, at tað er ógviliga langt frá bæði nasismu og fremmandahatri.
Gott val, góði Jóannes.