Høgni misti fullkomiliga luftina

Ein høvuðsorsøk til, at Tjóðveldi hevði so vánaligt valúrslit, var, at leiðslan manglaði.

Tað ásannaði ein sjálvrannsakandi Høgni Hoydal, floksformaður, á Flokstinginum hjá flokkinum í dag.

- Vit vóru ikki nóg væl fyrireikað, skipað og samskipað í valstríðnum, og valstríðið gjørdist í stóran mun ruðuleikakent.

- Bæði valskrá, valstríð, strategiskt arbeiði og fjølmiðlaumboðan vóru í stóran mun tilvildarlig og av handahógvi merkt.

- Hetta styrkti um ta politisku gongdina undan valinum, har vit gjørdust kám og verjukend. Veikleikarnir vórðu ikki uppvigaðir í valstríðnum, men gjørdust heldur eyka sjónskir.

- Heldur ikki varð í neyðugan mun viðgjørt og handfarið, at ein nýggjur flokkur á tjóðskparveinginum stillaði upp hesaferð.

Høgni Hoydal ásannaði, at sjálvur misti hann fullkomiliga luftina og orkuna í valstríðnum.

- Hóast góð fólk royndu at taka yvir, vóru mannagongdir og avgerðargongdir ikki gjørdar til at byrgja upp fyri hesum.

- Tíbetur varð eitt ovurstórt arbeiði gjørt í Suðuri, í Sandoy og aðrastaðni, sum tryggjaði umboð.

Floksformaðurin ásannar, at samanumtikið krevjast álvarsligar broytingar og fyrireikingar beinanvegin, so flokkurin er fult til reiðar at fara undir eitt hvørt val.

- Og tað kemur vónandi, áðrenn langt um líður, legði hann afturat.