Høgni Midjord leikbannaður í fýra dystir

Nevndin í B71 hevur nú fingið endaligan dóm frá FSF viðvíjandi reyðum korti í seinasta Vodafone umfarinum. Revsingin er leikbann í fýra teir fyrstu dystirnar í ár.

Tað sum hendi var, at B71-leikarin, Høgni Midjord, skumpaði dómaran, so hann fer um koll. Síðani varð Høgni Midjord vístur av vølli.

 

B71-leikarin fær nú fýra dystir leikabann og verður sostatt ikki tøkur fyrrenn í 3. umfari í ár, ið verður ímóti Víkingi. Hetta málið hevur tikið drúgva tíð hjá FSF at tikið støðu til, og sandoyingar eru sera harmir um, at svarið kemur so seint sum fyri viku síðan.

 

- Hetta at spælarin ikki er tøkur teir fyrstu dystirnar er sjálvandi sera keðiligt fyri B71, ið ikki sleppir at hava ein av royndu monnunum til taks tey fyrstu umførini, sigur nevndin í B71.