Millum tey 17.500, sum um vikuskiftið tóku lut í Bikebeinerrittet, sum er fjallasúkklukapping, í Noreg, var eisini Høgni Rúnason Øster. Talan er um ein tein upp á 94 kilometrar úr Rena til Lillehammer, og 14.460 av teimum, sum byrjaðu, vunnu seg allan vegin fram. Av teimum gjørdist Høgni nummar 6.731, og var tíðin hjá honum 4 tímar, 39 minuttir og 9 sekund. Hetta er nakað verr tíð enn tað, sum Høgni megnaði í fjør, men tað kemst fyrst og fremst av, at líkindini til kappingina í ár vóru stak vánalig.