Høgni Madsen gevst

Fuglfirðingurin, sum hevur umboðað feløg úr norðast til sunnast í Føroyum, boðar í kvøld frá, at hann gevst sum fótbóltsspælari

31 ára gamli miðvallarin, Høgni Madsen, sum hevur sín uppruna í ÍF, men annars hevur spælt við GÍ, KÍ, NSÍ, EB/Streymi, FC Suðuroy og B36, boðar í kvøld frá á sínum Facebook-vanga, at hann gevst sum fótbóltsspælari.

– Eftir at hava drigist við ein skaða og við sindur av turbulensi í hesum árinum, havi eg valt at stillað gaggurnar á hillina, skrivar Høgni Madsen, ið sigur seg hava lagt boðini út á Facebook, so hann sleppur undan at verða “bombarderaður við spurningum”, sum hann tekur til.

– Ikki hevur tað verið ein løtt avgerð, men eg føli, at tíðin er til at royna okkurt nýtt, og eri eg sera spentur upp á “lívið aftan á fótbóltin”. Til síðst vil eg fegin takka NSÍ fyri at respektera mítt val, og ynski teimum alt tað besta víðari.

Bara í ár hevur Høgni Madsen umboðað tvey feløg í Effo-deildini, tí hann legði út við at spæla við B36, har hann spældi 10 dystir fram til hálvan mai, men síðani fór hann frá felagnum. Stutt eftir tað gjørdi hann sáttmála við NSÍ, har hann so hevur spælt tríggjar dystir síðani hálvan juni.

Síðani 2001 hevur hann spælt 268 dystir í bestu deildini og skotið 14 mál, umframt at hann hevur spælt 30 steypadystir og skotið eitt mál. Eisini hevur ahnn spælt átta europeiskar dystir og tríggjar vinardystir á A-landsliðnum, tveir í 2008 og ein í 2013.