Høgni Madsen: - Dánjal lukkaði dystin

Høgni Madsen hjá ÍF var eftir dystin væl nøgdur við, at tað eydnaðist teimum at lata B68-verjuna upp.

- Byrjanin var rættiliga rólig og B68 trekti seg langt aftur. Vit royndu at skapa møguleikar, men tað gekk striltið. Vit fingu so eitt mál, og tá ið teir royna at svara aftur í seinna hálvleiki, megna vit at lukka dystin við seinna málinum hjá Dánjali á Lakjuni, segði Høgni Madsen við Rás 2 eftir dystin.
Hann metir 21 stig fyri 13 dystir vera nøktandi.
- Vit kundu havt fleiri stig, tí spælið hevur verið á góðari leið og vit avrika altíð 100%. Sum nú er, so er tætt í oddanum, so eg vi siga, at tað er góðtikið, segði Høgni Madsen.