Høgni má yppa øksl at sær sjálvum

Enn einaferð roynir Høgni Hoydal at stigmatisera onnur og gera seg til talsmann fyri tí góða og reina. Hesaferð skal undirritaði hava ábyrgdina av 34.452 drápum í Irak sambært greinini »Akslayppini geva andsperru«. Tey sum kenna málið vita, at Høgni hevur orsøk at yppa øksl at sær sjálvum

John Johannessen,Løgtingsmaður
www.john.fo

Tað var á fundi í uttanlandsnevnd løgtingsins tann 3. oktober 2002, at Javnaðarflokkurin sum tann einasti flokkurin á løgtingi noktaði fyri, at USA í stríð við viljan hjá ST skuldi brúka føroyskt loftrúm í sambandi við náðileyst álop á Irak.
Fundurin í uttanlandsnevndini var tann fjórði í røðini fyri tingsetuna 2002. Júst hesin fundurin var komin í lag í sambandi við, at táverandi løgmaður, Anfinn Kallsberg, hevði heitt á uttanlandsnevndina um at siga sína hugsan til umbøn frá amerikanska hervaldinum um at fáa loyvi at brúka føroyskt loftrúm í hernaðarligu atgerðunum ímóti Irak. Fundurin vardi frá kl. 09.05 til klokkan 10.15. Longu tá fundurin byrjaði var greitt, at Javnaðarflokkurin var einasti flokkur, ið fór at mótmæla nýtslu av føroyskum loftrúmi til slíkt endamál.
Andrias Petersen, sum umboðaði Javnaðarflokkin, førdi soljóðandi í gerðabókina:

“Ein minniluti, Andrias Petersen, tekur ikki undir við, at loyvið hjá amerikanskum stríðsflogførum verður givið treytaleyst, men mælir til, at málið um álop á Irak fyrst skal roynast í ST høpi”.

Høgni sat við endan
Formaður í uttanlandsnevndini um hetta mundið var Hergeir Nielsen umboðandi Tjóðveldisflokkin. Formaður í Tjóðveldisflokkinum var Høgni Hoydal. Varaløgmaður um hetta mundið var Høgni Hoydal og landsstýrismaður fyri suveræniteti, lógarmálum og rættartrygdini hjá tí einstaka um hetta mundið var Høgni Hoydal.
Støðan hjá Hergeiri Nielsen og harvið Tjóðveldisflokkinum til álvarsmálið var ongin. Fólkafloks- løgmaðurin í samgongu við Tjóðveldisflokkin og Miðflokkin mælti til at geva loyvi uttan treytir, og hesum setti Tjóðveldisflokkurin seg ikki ímóti. Hergeir Nielsen førdi í gerðabókina, at hann helt seg ikki kunna taka støðu til málið, meðan Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin tóku undir við, at USA slapp at nýta føroyskt loftrúm sum teir vildu til hernaðarligar atgerðir.
Hetta hendi í teimum døgum, tá Høgni Hoydal hevði ábyrgdina av suveræniteti og rættartrygd...

John heldur fast við støðuna
Støðan hjá Andriasi Petersen í 2002 var ein greið støða. Javnaðarflokkurin virðir endamálið við ST og vil ikki hjálpa ávísum londum at traðka onnur lond ella fólkasløg undir fótum. Júst hesa somu støðuna havi eg hildið fast við í mínum virki í uttanlandsnevndini síðani 2004.
Tí havi eg tvær ferðir formliga gjørt púra greitt, at Føroyar eiga at boða frá, at vit ikki góðtaka, at føroyskt loftrúm verður nýtt til ólógligan flutning av fangum. Somuleiðis havi eg mælt til, at løgmaður tekur stig til at fáa kannað, um ólógligur flutningur av fangum fer fram í føroyskum loftrúmi.
Eg havi ikki, eins og Tjóðveldisflokkurin gjørdi í 2006 og nú aftur í 2007, mælt til fullkomiliga at sýta fyri, at nakað amerikanskt hernaðarflogfar fær loyvi at flúgva yvir Føroyum. Tí hetta er at gera seg inn á ST-samtyktina um endurbygging av Irak og inn á ST-samtyktirnar um felags stríð ímóti yvirgangi. So mikið stór er mín virðing fyri ST, at eg heldur ongar ætlanir havi um at fara at seta meg upp ímóti ST-samtyktum í framtíðini.

Ypp nú øksl
Nú havi eg í øllum førum gjørt eina smædna roynd at siga Høgna Hoydal frá um føroyska leiklutin í hesum máli. Vónandi er hann so mikið at sær komin, at skjalprógvini fáa hann at yppa øksl at sær sjálvum og sínum goragangi ímóti tí sindri, sum enn finst av vinstrahallum politikarum í Føroyum. Mín vón hevur leingi verið, at tað fór at bera til hjá vinstravonginum at finna saman til mikið gagn fyri samfelagið. Men tíverri má eg yppa øksl, tá eg síggi hesi, sum siga seg umboða vinstravongin, kasta við runu eftir hvørjum øðrum, meðan tráanin alsamt veksur at sleppa at kasta saman við teimum borgarligu.