Høgni Johansen, bóndi í Vestmanna, hevur sett eina av teimum nýggju rottufellunum upp í Dølum, tey rópa, har hagin hjá honum eigur eina lutfalsliga nýggja smáttu. Hetta er ein rættiliga snotulig smátta, sum hóast hon liggur tveir tímar til gongu norður úr bygdini í Vestmanna, bæði hevur heitt vatn og heitan pott.
- Tá vit bygdu smáttuna, brúktu vit tyrluna. Tyrlan fleyg nógvar túrar við ymiskum byggitilfari og øðrum, sum vit hava í smáttuni. Tað er ein treyt fyri at røkja hagan, sum liggur so langt burturi, at vit hava eina góða smáttu at húsast í, tá vit eru har norðuri.
Høgni Johansen sigur, at hesin hagi, eins og aðrir hagar, sum hoyra til Vestmanna, hava rottur, og roynt verður alla tíðina at minka um rottuna við at leggja eitur. Nú hevur bóndin so keypt sær eina av teimum nýggju rottufellunum, sum drepur rotturnar við einum píki.
- Enn kann eg einki siga um, hvussu henda fellan roynist, tí eg havi ikki verið norðuri í Dølum aftur, síðan eg í vikuni var har norðuri við felluni og setti hana upp. Men, eg eri ógvuliga spentur eftir at vita, hvussu fellan fer at roynast.
Høgni Johansen sigur, at nýggja rottufellan megnar at skjóta pípin einar 25-35 ferðir, áðrenn luftpatrónin, sum skjýtir stemplið, er tóm. Tá patrónin er tóm, skal hon skiftast.
- Eg haldi, at vit her norðuri skuldu farið í holt við eitt veruligt rottukríggj. Tað krevur bara, at vit allir, sum hava við hagarnar at gera, seta okkum saman at leggja átakið til rættis. Tað hevði ikki verið verri, um kommunan eisini kom við og stuðlaði okkum við einum slíkum átaki, sigur Høgni Johansen.










