Høgni Lisberg vitjar í Klaksvík

Høgni Lisberg fer fríggjakvøldið at hava konsert í gamla Einahandlinum í Klaksvík. Hetta er ein konsert í einari røð, sum Leikalund skipar fyri Høgni Lisberg ferðast nógv við sínum tónleiki, men fríggjakvøldið kann hann hoyrast live í Klaksvík.

 

Hetta 5.konsertin í røðini ?Ein øðrvísi tónleikaferð í Leikalund?.

 

Tónleikaferðin gevur føroyingum høvi at hoyra nærlagdar føroyskar

tónleikarar - í autentiskum umhvørvi - framføra egnan tónleik og tónleik, sum hevur verið íblástur fyri teir, og m.a. vakt áhuga teirra fyri at smíða egin løg og skriva egnar tekstir.

 

Karmur um konsertirnar er elsti partur av gamla einahandlinum í Klaksvík frá 1838. Hølið er gott dømið um eldri handverk og byggisnið, vælegnað til akustiskan tónleik.

 

Konsertin við Høgna Lisberg verður fríggjakvøldið klokkan 20.00.