Høgni Lisberg við nýggjum tónum í donskum sjónvarpi

Høgni Lisberg og bólkur hansara bólkur spældu í morgunsendingini hjá donskum TV2 í morgun. M.a. var eitt nýtt lag á skránni. Høgni spældi tittullagið av nýggjastu fløguni Morning Dew og eitt spildur nýtt lag Being Out Of Town. Hetta lagið vísti ein heldur lívligan Høgna, og breyt nokkso fitt frá tí, sum vit kenna frá Høgna áður. Eitt sindur Jamirquai kent, men tó við Høgna Lisberg soundi.

 

Í kvøld kl. 19.00 byrjar konsertferðin hjá Høgna í donskum biografum, hon er fyriskipað í samstarvi við Nordisk Film Biografer A/S. Lagt verður fyri í Metropol-biografinum í Keypmannahavn, mikukvøldið kl. 19.00 verður konsert í BioCity í Odense og hóskvøldið kl. 19.00 í Biocity í Århus. Leygarkvøldið fer Høgni á pall í Nasa í Reykjavík í sambandi við AME Reykjavík tiltakið, ið Norðurlandahúsið og Menningarstovan skipa fyri.