Høgni Lisberg á toppinum

Høgni Lisberg tryggjar ein føroyskan topp á 15 teimum bestu, ið annars eru merktar av nógvum útlendskum nøvnum hesa vikuna.


Tónleikur
 
Lagið Learn To Ride On Waves hjá Høgna Lisberg hevur hesa vikuna lagt seg ovast á 15 tær bestu. Lagið hevur verið 10 vikur á listanum og hevur seinastu vikurnar ligið í millum trý tey ovastu løgini. Men hesa vikuna hevur frálíka lagið tikið seinasta stigið upp á ovastu rók.
Tá Høgni gav fløguna Morning Dew út fyri jól, druknaði hon í ein ávísan mun í øllum teimum nógvu føroysku útgávunum, men eftir jól hevur fløgan vunnið sær alt størri ans millum fólk. Hon gjørdist ársins fløga á Planet Awards og Learn To Ride On Waves gjørdist alt betur umtókt, hetta hevur flutt lagið alsamt hægrið upp eftir 15 teimum bestu.
Høgni hevur seinastu vikurnar spælt nakrar konsertir í Føroyum. Hetta er eitt slag av seinkaðum útgávu konsertum. Hetta kann vera ein av orsøkunum til at lagið tók hetta síðsta stigið upp á popptindin.
 
Føroyskt Hip Hop
Ein annar føroyskir solistur Thor Simonsen roynir seg aftur hesa vikuna­ á 15 teimum bestu við einum eykalagið. Fyri nøkrum vikum síðan royndi lagið Back It Up seg á listanum, men gjørdist ov stutt. Nú fær Thor enn ein møguleika. Ungi evnaríki Thor hevur sjálvur skrivað, spælt og framleitt fyrstu fløgu sína.
Hip Hop fløgan fekk frálík ummæli í Planet blaðnum og er slóðbrótandi í føroyskum tónleiki. Fyrst og fremst er hon borin av góðum løgum, og feitari attitúdu. Hetta kemur serliga til sjóndar á lagnum, ið er eykalag hesa vikuna Faroes By Night, ið blandar føroyskt og enskt mál á ein stuttligan og rættiliga kulan máta.
 
Ikki nógv føroyskt
15 tær bestu eru annars merktar av rættiliga nógvum útlendskum løgum. Umframt Høgna er bert Poppkorn og lagið Droymi mitt um dagin inni á listanum, hesa vikuna er lagið á fimta plássi. Danski bólkurin Amazonair við føroyska gittarleikaranum <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Pætur Sivertsen&quot;$?$end$!$Pætur Sivertsen</st1:PersonName$?$end$!$ og lagið Because Tonight á 10. plássi ger føroysku umboðanina eitt sindur betri.