Høgni Lisberg í Stóra Pakkhúsi í kvøld

1. desember gav Høgni Lisberg út sína triðju útgávu. Í samband við útgávuna verður konsert við Høgna í Stóra Pakkhús í kvøld. Eftir konsertina við Høgna spælir Trygvi Strøm. 1. desember gav Høgni Lisberg út sína triðju útgávu. Fløgan eitur HOGNI - hare! hare!

 

Á fløguni eru 10 løg. Stílur og ljóð eru sera organisk og livandi, men um somu tíð sera nútímans og viðkomandi. Lagið Soul Company er júst komið á 15 Tær Bestu og liggur longu á 5. plássi. Hoyr brot av fløguni á netinum: myspace.hogni.com.

 

Í Stóra Pakkhúsi í kvøld

Í samband við útgávuna verður konsert við Høgna Lisberg í Stóra Pakkhús í kvøld, fríggjakvøldið 12. desember.

 

Eftir konsertina við Høgna Lisberg spælir Trúgvi Strøm.

 

Húsið er opið frá kl. 21.30 til 04.00 - Konsertin við Høgna Lisberg byrjar kl. 22.30.