Høgni Lisberg í Keypmannhavn

Leygarkvøldid 14. januar fer fløguaktuelli Høgni Lisberg at spæla á Skarvinum í Keypmannahavn. Hetta er fyrsta konsertin hjá unga leirvíkinginum síðan fløgan Morning Dew kom út.

Við sær á pallin hevur Høgni gittarleikaran Allan Tausen .Teir báðir undirhalda frá miðnátt til kl. 2  við løgum av báðum fløgunum hjá Høgna. Aftan á konsertina er plátuvendari vid fjølbroyttum tónleiki. Tað er ókeypis atgongd.