Høgni Lisberg hjálpti krímuttu Lenu

Stóra yvirraskilsi á FO Invasion tiltakinum í Mentanarhúsinum á Islandsbrygge í vikuskiftinum var luttøkan hjá Høgna Lisberg.

Lena hevði havt krím alla vikuna og hevði tí heitt á Høgna um at spæla fyrra settið fyri seg. Hóast neyvan nakar hevði havt nakað ímóti at hoyrt fleiri sangir við Lenu, so var Høgni eitt av yvirraskilsi av jaligara slagnum.
Høgni hevur ment seg nógv sum framførari, og framførslan var merkt av stórum sjálvsálitið og nógvari nærveru. Millum løgini tosaði Høgni við áskoðaran, og dugdi væl at draga lurtaran inn í sín heim. Hann spældi løg av báðum fløgum sínum. Tó vóru summi løg, ið ikki veruliga komu til sín rætt við bara røddini hjá Høgna og kassagittara. Her tyktist serliga The Beuty Of it All og Stargazers at mangla eitt sindur. Jaligu hæddarpunktini vóru frálíka Morning Dew, ið er eitt ótrúliga gott lag. Eisini stóðu tey bæði eitt sindur kontrikendu løgini Stand By My Side og Just Dig sera sterk. Høgni hevur ikki spælt Stand By My Side so nógv á konsertum áður, men er alsamt farin at spæla lagið meira á konsertum, og hetta tyktist sum eitt gott val, tí tað riggaði sera væl. Konsertin endaði við hittinum av Morning Dew fløguni Learn To Ride On Waves, eitt sera gott lag, ið tó var merkt av at Høgni ikki hevði bólkin við sær.