Høgni Lisberg hittar í Íslandi

Í kjalarvørrinum av AME Reykjavík er almenni hittlistin hjá íslendsku tónleika niðurtøku heimasíðuni tonlist.is almannakunngjørdur við føroyskur ísletti. Lagið Morning Dew hjá Høgna Lisberg liggur á 15. plássi hesa vikuna.

Høgni var mettur at vera høvuðsnavnið á AME-Reykjavík, og júst Morning Dew var nógv spældur í íslendskum útvarpi og sjónvarpi. Hetta sæðst nú aftur í sølutølunum, á listanum hjá tonlist.is, ið má metast sum einasti veruligi stakfløgu hittlisti í Íslandi. Eins og í Føroyum er sølan av stakfløgum næstan eingin, men eins og í restini av heiminum er niðurtøka av løgum á alnetinum ein vaksandi marknaður.
Tonlist.is almannakunngerð hvørja viku tey 20 mest niður tiknu løgini, og hesa vikuna er Høgni einasti útlendingur á listanum.
Høgni var nógv umbiðin maður í Reykjavík, og gjørdi samrøður bæði í útvarpi, sjónvarpi og stóru bløðunum.
Høgni sigur við Planet.fo, at hann er sera glaður um at vera komin inn á hittlistan, og at hetta vísir, at AME Reykjavík fyri hansara viðkomandi riggaði. Hann heldur somuleiðis, at tað er stuttligt at síggja, at okkurt hendir á alnetinum, her hevur hann ongantíð hitta áður.