Høgni Lisberg gevur fløgu út

Út er komin nýggj fløga við Høgna Lisberg og hann eigur orð og løg sjálvur

Høgni Lisberg hevur sjálvur skrivað orð og løg til tey 11 løgini, ið eru á fløguni Most Beautiful Things.
                      Høgni spælir sjálvur guitar og fleiri onnur ljóðføri og afturat sær á fløguni hevur hann Jens L. Thomsen, Bjartur F. Johannesen og Gunnar Guttesen. Á fleiri løgum leikar Høgni øll ljóðførini.
                      Høgni er einamest kendur sum trummuleikari í rockbólkinum Clickhaze. Men á hesi solofløguni hjá Høgna er talan um friðaligari tónleik, eitt bland av stillum guitargrundaðum tónleiki og viðhvørt er eitt íslett av rocki við.
                      Stutt kann tónleikurin helst flokkast undir sonevnda singer/songwriterstílin, sum er frammi í tíðini, t.d. er Teitur partur av hesum stíli og kapping hevur júst verið í hesi grein eisini.
                      Fløgan er at fáa kring landið og tað er Tutl, ið gevur út.