Høgni Lisberg á ferð í Sveis

Í døgunum, 2. til 10. september, fara Høgni Lisberg og bólkur hansara á konsertferð í Sveis.
Byrjað verður í Lüzern, har spælt verður á einum av kendu spælistøðunum í Sveis, Schuur, og síðani gongur slag í slag. 3. september verður spælt á Music Culture Club í Frauenfeld, 4. september verður spælt unplugged í Tonart CD Shop í St. Gallen, áðrenn kvøldið býður á framførslu í Hafenbuffet í Rorscach. 5. september veðrur talan um unplugged í Sommercasino Tresor í Basel og 9. september verður tað somuleiðis unplugged í Habsburg, Widnau.
Leggjast skal afturat, at tá talan er um unplugged framførslur, verður Høgni Lisberg einsamallur á palli.