Høgni Lisberg fær gott ummæli á danskari heimasíðu

Donsk tónleikaheimasíða ummælir framførsluna hjá Høgna Lisberg á Roskilde Festivalinum. Síðani Høgni Lisberg gav fløguna Morning Dew út í Danmark í november, hevur hann spakuligani gjørt meiri og meiri um seg á danska tónleikapallinum.

 

Fyrradagin spældi hann á Roskilde Festivalinum, og í tí sambandi hevur danska tónleikasíðan soundvenue.dk givið honum eitt fínt ummæli.

 

Eftir eina eitt sindur ivasama byrjan í blues-endanum, kom Høgni væl inn í framførsluna, sambært danska ummælaranum. Frálíka lagið ?Stargazers? verður tikið fram sum eitt av hæddarpunktunum. Brot úr ummælinum sigur:

 

Der var saft, kraft, spilleglæde og substans i Lisbergs sange, der vinder ved et nærmere bekendtskab, og især med live-stemningens løsslupne samhørighed.

 

Høgni Lisberg spælir á G! Festivalinum í ár.

 

Les konsertummælið á hesari slóðini:

www.soundvenue.com/review.asp