Á nýggjastu fløgu síni Morning Dew vísir Høgni Lisberg, at hann er ein tann gávuríkasti ungi føroyski tónasmiðurin. Fløgan varð á Planet Awards kosin besta føroyska fløga í 2005. Høgni gjørdist kendur í Føroyum sum trummuleikarin í Clickhaze, men hevur seinastu árini sligið sítt navn fast, sum sangari og gittarleikari í egnum bólki. 
Morning Dew er á tremur við góðum lurtaravinarligum og vælspældum tónleiki. Ikki minst vakra lagið Morning Dew og ráa rokklagið Learn To Ride On Waves, hetta seinna lagið lá ovast á 15 teimum bestu í fimm vikur. Høgni hevur fingið útgávusáttmála í Benelux, og í Danmark byrjar navnið Høgni Lisberg at síggjast á alt fleiri tiltøkum.
Høgni hevur ment seg sum lagasmið, sum sangara og gittarleikara síðan fyrru útgávuna Most Beautiful Things










