Meðan nýtt valstríð er á veg, noyðist Tjóðveldisflokkurin at minnast aftur á seinasta valstríð.
Hvussu nógv prosent kann ein miseydnað vallýsing kosta einum flokki. Og hvussu nógv er tað í krónum og oyrum.
Tjoðveldisflokkurin vil ikki gjalda Team 85 fullan prís fyri arbeiðið, sum reklamuvirkið gjørdi fyri Tjóðveldisflokkin til seinasta løgtingsval.
Orsøkin er, at sjálvan valdagin í 2002 stóð lýsing í Sosialinum, sum allar fægstu skiltu. Onkur helt, at lýsingin var stuttlig og onkur annar at hon var av grovasta slag. Innihaldið var, at Listbeth Petersen var gjørd til hálvan danskara, Jóannes Eidesgaard var gjørdur til hálvan føroying og Høgni Hoydal var einasti heili føroyingurin.
Tjóðveldisflokkurin vildi ikki kennast við lýsingina. Reklamufelagið hjá Tjóðveldisflokkin - Team 85 - viðgekk at talan var um eitt mistak og átók sær ábyrgdina fyri at lýsingin var endað í Sosialinum, uttan góðkenning frá flokkinum.
Men Tjóðveldisflokkurin vildi ikki sleppa lýsingarmálinum soleiðis.
Tjóðveldisflokkurin heldur, at lýsingin skaddi flokkin á valinum og vil tí ikki gjalda fulla rokning.
Dygdin var ikki í lagi
- Vit vilja hava at vita, hvussu stór skaðaárinini vóru á valúrslitið hjá flokkinum, sigur Hans Trygvi Teirin, sakførari hjá Tjóðveldisflokkinum. Hann ivast ikki í at lýsingini skaddi flokkin, men skaddi hon so mikið nógv, at flokkurin ikki skal gjalda fullan pris fyri samlaða arbeiðið sum Team 85 gjørdi fyri flokkin.
- Vøran, sum flokkurin keypti frá reklamuvirkinum var ikki av tí dygd, sum Tjóðveldisflokkurin hevði væntað, heldur Hans Trygvi Teirin.
Einaferð í vár skal Føroya Rættur helst taka støðu til málið. Men hvussu ber til at meta um, hvønn skaða ein lýsing hevur gjørt í einum valstríði.
Sakførarin hjá Tjóðveldisflokkinum hevur biðið dómaran um loyvi at fáa tveir serfrøðingar at meta um val-kampanjuna, og serliga seinastu lýsingina.
- Eg havi biðið um loyvi at fáa tvey sakkøn fólk at meta um alt tilfarið. Tey eru Ingvør Nolsøe, frá reklamuvirkinum Stephansons Hús og Jóannes Hansen við sínum innliti í politikk, sigur Hans Trygvi Teirin.










