Høgni komin út í Danmark

Høgni Reistrup, sum herfyri gav út sína næstu fløgu, hevði útgávukonsert í Keypmannahavn í gjár. Seinastu tíðina hevur havnarmaðurin verið á konsertferð kring Føroyar, men nú Høgni Reistrup sjálvur býr í Danmark, hevur hann eisini valt at hava eina útgávukonsert í danska høvuðsstaðnum.

 

Konsertin var í Føroyahúsinum og var partur av einum tiltaki, MFS skipaði fyri. Fitt av fólki var og lurtaði eftir Høgna, sum sat einsamallur við sínum gittara á pallinum.

Høgni spældi í høvuðsheitum tilfar av nýggju fløguni, Trý fet frá tilveruni, nøkur løg frá fyrstu fløguni, Hugafar á ferð, og endaði við at spæla nøkur løg hjá fyrimyndini Kára P.