– Eg eri keddur og havi sjálvandi trega av tí. Soleiðis sigur formaður Tjóðveldisfloksins um avgerðina hjá nú fyrrverandi formanninum í flokkinum, Karsten Hansen, um at taka seg úr Tjóðveldisflokkinum.
– Vit hava øll heitt á Karsten um vera verandi í flokkinum. Vit vónaðu eisini, at avgerðin kundi bíða fram til vit høvdu floksting, men tað skuldi tað heldur ikki vera, sigur Høgni Hoydal.
Tjóðveldisflokkurin hevur við hesum mist eina ímynd av flokkinum, men Høgni Hoydal er kortini ikki beiskur.
– Dyrnar vera altíð opnar fyri Karsten.
Ørkymlaður
Málið um ískoyti av kynsligari sannføring í grein 266b í revsilógini, hevur fylgt meir enn nakað annað politiskt mál í nýggjari tíð. Frá tí málið kom fyri hevur verið greitt, at tað bara var ein flokkur sum hevði ein flokspolitiska støðu í málinum, og tað var Miðflokkurin. Í øllum hinum flokkunum var talan um persónsmál, har flokkurin ikki blandaði seg upp í hvørja støðu einstaki limurin hevði. Tí ørkymlar tað formannin í Tjóðveldisflokkinum, at Karsten Hansen kann taka eina so ógvusliga avgerð.
– Eg eri keddur, men eisini ørkymlaður av hesum, tí alla tíðina hevur verið greitt, at hvør einstakur atkvøður eftir síni egnu sannføring í málinum, sigur Høgni Hoydal og vísir á, at øll mál mugu kunna viðgerast opið politiskt.
Trúðarspurningurin ein trupulleiki
Høgni Hoydal heldur, at tað má bera til at arbeiða politiskt, uttan at hava felags áhuga, tá tað kemur til trúðarspurningar.
– Eg meti tað vera ein álvarsaman trupulleika fyri demokratiið, um politikarar fara at býta seg eftir síni átrúnaðarligu sannføring, sigur hann.
Roknaði ikki við tí
Spurdur um hann hevði roknað við, at málið kundi hava so ógvusligar fylgjur við sær, svarar Høgni Hoydal, at tað hevði hann ikki.
– Nei, tað hevði eg ikki. Men vit vistu hvørja støðu Karsten hevur í málinum. Kortini hava eg ilt við at skilja avgerðina hann hevur tikið, tí talan er um eina demokratiska avgerð, sigur Høgni Hoydal.
Spennandi verður nú at fylgja, hvørjar avleiðingar tað kemur at fáa fyri Tjóðveldisflokkin, at næstformaður teirra nú fer frá.
– Tað ynski eg ikki at døma um nú. Í Tjóðveldisflokkinum eru tað frælsi og fólkaræðið og ikki trúðarspurningar, sum standa ovast, sigur Høgni Hoydal avgjørdur.
Nú skal nýggjur næstformaður finnast, og verður tað gjørt, tá Tjóðveldisflokkurin hevur floksting.