1. Hvussu ofta gert tú mat um vikuna?
? Kann hasin spurningurin ikki verður broyttur til um mánaðin? Nei, tað er ikki ofta, at eg geri mat, tað má eg viðganga.
2. Nær heldur tú sjálvur, at tú ert ordiliga húsligur?
? Eg eri ikki serliga húsligur. Men tað man vera, tá eg sigi, at nú er nokk. Tá geri eg alt, sum skal til, dustsúgvi, ruddi, vaski gólv og so framvegis. Tá er man nokk so stoltur av sær sjálvum ? í nakrar tímar í øllum førum.
3. Hvørja húsarhaldsplikt dámar tær best?
? Tað er at vaska upp.
4. Og hvørja dámar tær so ikki so væl?
? Eg orki ikki fyri at turka av og dustsúgva.
5. Hvør vaskar og strýkur tíni klæði?
? Tað geri eg sjálvur, uttan tá eg eri til arbeiðis. Tá tekur Maiken sær av tí.
6. Hvat er tín spesialitetur innan matgerð?
? Eg haldi, at eg geri nakrar rímuliga góðar búffar. Tá eru teir reyðir og blóðugir.
7. Hvussu hevur tú tað við nál og tráð? T.d. skifta knapp í eini skjúrtu?
? Eg havi onkuntíð skift knappar, teir halda, men tað sær ikki nær so gott og pent út, sum á keyptum skjúrtum. Men sum sagt teir halda.
8. Hvussu ofta vaskar tú kuldaskápið?
? Tá tað treingir til?og eitt sindur seinni.
9. Hvussu nógv natron brúkar man, tá man bakar bollar?
? Hatta er eitt trick ? question. Eg havi í øllum førum bert bakað bollar við bakipulvuri. Tað var gott nokk í USA.
10. Hvør tømir uppvaskimaskinuna?
? Har er ongin.
11. Hvussu klárar tú teg við hamara og sag?
? Eg klári meg við tí til tað ,sum skal gerast.
12. Á einum skala frá 1 til 10, hvussu góður ert tú tá við bilin hjá tær?
? Nú er tað so, at eg eigi bara gamlar bilar, men eg eri sera góður við teir. Eg havi altíð ein dreym um at gera teir í stand, so at teir koma at síggja líka gott út, sum tá teir vóru nýggir, men eg veit ikki?tað blívur bara ongantíð til nakað. Men um tú spurdi bilin, so segði hann nokk 6, meðan eg sjálvur sigi 8.
13. Hvussu langa tíð nýtir tú til at gera teg kláran, tá tú skalt út í býin eitt leygarkvøld ella til eina veitslu?
? Tað skal ikki tann stóra tilrættisleggingin til. Men um eg skal vaska og turka klæðir og so brúsuna afturat, so kann tað fara at tátta í einar tveir tímar. Men um eg bara skal í brúsu, so tekur tað ikki so langa tíð.
14. Hvør passar urtapottarnar?
? Eg havi ikki serliga grønar fingrar, so tað er ikki eg.
15. Hvussu heldur tú føðingardag?
? Flestu føðingardagarnir hjá mær hava verið ball fallera. Men tveir teir seinastu hava ikki verið tað stóra at reypa av. Nú eru árini við at gerast mong í tali, so tað er ikki so stuttiligt at halda føðingardag longur.