Høgni var borin í heim í húsunum hjá Malenu og Hans Hansen, vanliga nevndur Hans á Lakjuni, ið var farbróðir hansara. Høgni er sonur Mariu og Óla Jøkladal í Fuglafirði. 
Sum 14 ára gamal fór hann á sild við ,,Vón" hjá Sigurdi Simonsen, og var hann burtur eina tíð við ymiskum skipum. Hann fór so í læru sum rørleggjari hjá Alex Sevdal, og lærdi fyrst har í tvey ár, og tók so tey seinastu tvey árini av lærutíðini hjá Meka í Fuglafirði. Eftir lokna lærutíð tók hann tað teir róptu ,,maskin og motor", og sigldi hann eina tíð sum maskinmaður við ,,Norðheim", ,,Norðberg", ,,Krossteini" og ,,Boðasteini", til hann í 1955 fór á maskinmeistara skúla í Klaksvík. Høgni sigldi úti í verðini eina tíð hjá ØK og hevur millum annað eisini arbeitt hjá B&W í Keypmannahavn. 
Tá ið fuglfirðingar lótu ,,Ólav Halga" byggja, vóru boð eftir Høgna, og var hann við har í 12 ár sum maskinstjóri. 
Høgni var smiðjumeistari hjá Meka tey fyrstu árini, eftir at hann var givin á sjónum. Hetta starv røkti hann, til hann yvirtók landingina av skipum, ið komu við fiski til Havsbrún. Í hesum starvi kenna mangir sjómenn hann frá, tá teir eru komnir við skipum til Havsbrún. Høgni hevur verið ein sera íðin og dugnaligur maskinmaður, og hevur verið sera raskur, til hann í ár legði frá sær og hevur selt lossiamboðini til Havsbrún. 
Høgni kom til persónliga trúgv á Harran sum ungur, og hevur hann ongantíð skammast við at vitna um Hann. Hansara partur hevur heldur ikki ligið eftir, tá ið tað hevur snúð seg um arbeiðið í Siloa. Serliga var hann sera virkin, tá ið núverandi salurin varð bygdur. Høgni er giftur við Margit, og eiga tey børnini Mariu, Karl, Óluvu og Fríðu. 
Vil bara runda av við at ynskja tær alt tað besta, og mátti Harrin signað lívskvøld títt.
HS










