POLITIKKUR
Høgni Hoydal hevur nú fingið egið ráð. Vit hava ikki longur stýri í Føroyum, men hava ístaðin fingið átta ráð. Eitt av hesum er eisini spildurnýtt í tí forstandi, at vit ikki hava havt eins stýri áður. Høgni Hoydal er nú landsstýrismaður í lógarmálum, og hann fær sítt løgmálaráð. Høgni Hoydal kemur eitt nú at umsita kommunumál, norðurlandamál, dómsmál og løgreglu og ákæruvald.
Tey flestu innanríkismál fella inn undir Høgna Hoydal. Umsitingin hjá nýggja løgmálaráðharranum verður fyri tað nógva fólk av løgmansskrivstovuni, men umsitingin kemur eisini at telja onnur. Høgni Hoydal sigur, at umsitingin ikki fer at vaksa orsakað av nýggja ráðnum. Hann meinar heldur ikki, at tað er ov nógv við níggju landsstýrismonnum í einum so lítlum landi sum í Føroyum.
?Tað er neyðugt at hava eina góða fyrisiting. Vit skulu eisini umsita nógv fleiri mál í framtíðini, sigur Høgni Hoydal.
Nýggi løgmálaráðharrin vísir kortini til samgonguskjalið, har teir ætla at seta eina nevnd at arbeiða við at fáa almennu umsitingina bíligari at reka.
Hann er væl nøgdur við bæði samgonguskjal og sítt egna ráð, sum tað nú eitur.
Sjálvstýri
Høgni Hoydal var áður landsstýrismaður í sjálvstýrismálum ? umframt norðurlandamál og lógarmálum - men sjálvstýrismál verður ikki nevnt í sambandi við nýggja løgmálaráðið, men kortini sigur Høgni Hoydal, at hann í sínum nýggja sessi fer at fáast nógv við sjálvstýrismál og kanska mest yvirtøkur.
Tá spurt verður, um hann nú er at meta sum ein yvirtøku málaráðharri, so sigur hann, at tað kann mann kanska siga, men honum hevur ongantíð dámt orðið yvirtøkur, men sjálvandi vil hann fáast nógv við tað nógva lógararbeiðið, sum skal til í sambandi við nógva ætlaðu yvirtøkurnar.
?Eg komið framvegis at taka mær nógv av yvirtøkum. Vit hava gjørt greiðar avtalur um, at allar avtalur skulu gerast samstarvi millum landsstýrismenn, sigur Høgni Hoydal.
Hann leggur afturat, at teir eru hundrað prosent samdir í samgonguni um at fylgja hesum sjálvstýrisleistinum.
?Ferðin er sett eitt sindur niður, men endamálið er framvegis tað sama, og allir flokkarnir í samgonguni ynskja fullveldi fyri Føroyar, sigur Høgni Hoydal, sum sigur seg skilja, at summi ynskja at seta ferðin niður eitt sindur.
Útleggja til kommunur
Sum nevnt hevur Høgni Hoydal eisini kommunumál undir sínum ráði. Á hesum økinum skulu fleiri uppgávur útleggjast til kommunurnar at umsita.
?Kommunurnar skulu fáa fleiri øki út til sín at umsita. Hetta ætla vit at fara at gera fyrsta dagin, sigur Høgni Hoydal.
Formaður Tjóðveldisfloksins vil ikki seta nakað áramál á, nær fullveldi verður veruleiki.
?Tá vit hava framt hesar yvirtøkurnar, so er ikki nógv sum bindur okkum longur. Endamálið er at búgva Føroyar til at gerast fullveldi, sigur Høgni Hoydal, sum næstu fýra árini verður verandi í Tinganesi, har hann eisini er varaløgmaður.