Høgni Hoydal visti betur

- Landsstýrismaðurin visti, tá hann var í hólmgongu í Klaksvík, hvat nevndin fór at koma við, men hann rann undan ábyrgd, sigur Jacob Vestergaard.

- Arbeiðssetningurin hjá Høgna Hoydal nevnir marknaðarskipan, men landsstýrismaðurin hevur vikið undan, tá hann hevur verið spurdur, um alt skal um uppboðssølu, seinast í hólmgonguni á sjómannadøgunum í Klaksvík. Tá royndi hann at flyta ábyrgdina yvir á nevndina og segði, at ein maður kann ikki bestemma hvussu ein skipan skal gerast.

 

Tað sigur Jacob Vestergaard, fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum var í hólmgongu við Høgna Hoydal á sjómannadøgum í Klaksvík.

 

- Her "gloymdi" Høgni Hoydal at siga, at tað er fiskimálaráðharrin, sum hevur evstu ábyrgd av einari fiskivinnunýskipan. Tað er hann, sum kemur at standa til svars fyri ta avleiðing, sum skipanin kemur at hava fyri fiskimenn og samfelagið.

 

Jacob Vestergaard vísir á, at nú hevur formaðurin í nýskipanarnevndini, Johnny í Grótinum, skorið tingini út í papp og hevur alment víst á, at boðini frá landsstýrismanninum eru púra greið. Nevndin skal koma við uppskoti um uppboðssølu og einki annað.

 

- Miseydnaðu uppboðssølurnar í summar og aftur í dag, tá eingin bjóðaði, hava ikki ávirkað landsstýrismannin. Hann heldur fast við sítt - eisini hóast øll vinnan, reiðarar og manningafeløg taka frástøðu frá uppboðssølu. Eg haldi, at henda støða hjá Høgna Hoydal setir alla politisku skipanina í eina trupla støðu.

 

Fyrrverandi landsstýrismaðurin leggur dent á, at politiska viðgerðin, sum skal koma, eftir at nevndin er komin við sínum tilmæli, skal snúgva seg um, hvussu ein uppboðssøla kann setast í verk. Ein skipan, sum ikki verður brúkt nakrastaðni í heiminum.

 

- Útgangsstøðið fyri kjakinum fer at verða uppboðssøla - og ikki um, hvør skipan er best egnað til førousku fiskivinnuna. Hetta verður tískil ikki ein verulig viðgerð, men bara ein spurningur um, hvussu nógv av fiskiríkidøminum Høgni Hoydal og samgongan kunnu fáa á uppboðssølu.

 

Jacob Vestergaard sigur, at Høgni Hoydal visti, tá hann var í hólmgongu í Klaksvík, hvat nevndin fór at koma við, nevnliga 100 prosent av tilfeinginum á uppboðssølu. Men, í staðin fyri at greiða fiskimonnunum og Føroya fólki frá, hvat hann og samgongan ætla við fiskivinnuni í framtíðini, rann hann undan ábyrgd og vildi ikki svara erliga upp á spurningar sum settir vórðu.

 

- Fiskimenn vildu hava at vita, um teir fóru at hava rættindini, sum teir hava í dag, eftir ætlaðu fiskivinnunýskipanina. Tá lovaði Høgni Hoydal, at eingin skuldi missa nakað - og at alt nokk skuldi blíva gott, hóast hann visti betur, sigur fyrrverandi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.