Høgni Hoydal vil ikki rinda prísin fyri valdið

Formaðurin í Tjóðveldi noktar at góðtaka lógarbrot fyri at sleppa aftur í samgongu

- Skal prísurin fyri at sleppa aftur í samgongu vera tann, at vit skulu góðtaka lógarbrot, so gerst ikki við.

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, er eitt sindur illa við av útsøgnini hjá fráfarna landsstýrismanninum, Hans Paula Strøm, í Sosialinum í gjár.

Tað var Tjóðveldið, sum klagaði Hans Paula Strøm fyri landsstýrismálanevndini fyri at hava brúkt pening í heilsuverkinum, uttan at Løgtingið hevði játtað hann frammanundan.

Tað endaði við, at landssýrismaðurin legði frá sær í fyrradagin.

Men Hans Pauli Strøm duldi ikki fyri, at hann føldi seg hunddálkaðan av Tjóðveldinum og at tað eftir hanara tykki var ein beinleiðis heksajagt, sum at enda fekk hann at leggja frá sær.

Hann er eisini sannførdur um, at við hesari framferðini hevur Tjóðveldið forkomið sær møguleikan at sleppa aftur í samgongu. Í øllum førum dugur hann ikki at síggja, hvussu Javnaðarflokkurin aftur kann samstarva við Tjóðveldið. Og yvirhøvur metir hann, at eisini í øðrum flokkum hevur illviljin ímóti Tjóðveldinum ongantíð verið størri enn nú.


Gerst ikki við

Hetta skilir Høgni Hoydal slett ikki.

Hann fær seg illani at trúgva, at tað skal vera ein treyt, at ein flokkur skal vera til reiðar at góðtaka lógarbrot fyri at sleppa við í eina samgongu og fáa politiska ávirkan.

- Men er prísurin fyri at sleppa í samgongu, at vit skulu góðtaka lógarbrot, so gerst ikki við og so mugu vit bara sita uttanfyri.

- So eru vit ikki við, leggur hann afturat.

Hann heldur, at eftir útsøgnini hjá Hans Paula Strøm og øðrum politikarum, er boðskapurin, at treytin fyri at vera við í samgongu, er at tað skal góðtakast, at lóg og landaskil ikki verður hildið.

- Hetta vísir rættiliga væl, hvør hugburður ræður, leggur Høgni Hoydal afturat.


Góðtaka ikki maktmisbrúk

Hann sigur, at tær samgongur, sum eru slitnaðar við Tjóðveldinum upp í, eru slitnaðar tí at hinir samgonguflokkarnir hava misbrúkt sítt vald og tað góðtekur Tjóðveldið ikki.

Hann sipar til CHE samgonguna, sum alment slitnaði av gásagøluni í Tinganesi og í 2004 slitnaði sjálvstýrissamgongan í kjalarvørrinum á bókini ”Skjót journalistin”, sum var atfinningarsom ímóti Anfinni Kallsberg, løgmanni. Tjóðveldið tók ákærurnar í bókini til sín og kravdi løgmann eftir eini frágreiðing, men tað endaði alt samalt við, at Anfinn Kallsberg segði øllum landsstýrisfólkunum hjá Tjóðveldinum upp.

- Tær samgongur, sum eru slitnaðar og sum vit hava verið í, eru slitnaðar, tí at vit hava ikki góðtikið rossahandlar og maktmisbrúk og skal tað vera prísurin fyri at sleppa í samgongu, eru vit ikki við meir.

- Skulu vit hava eina stjórn, sum ikki heldur landsins lógir, hava vit ikki eitt fólkastýri sum virkar og tað sigur rættiliga nógv um ráðandi hugburðin í øðrum flokkum.

- Vit hava eisini kravt, at kanningar og frágreiðingar, sum hava staðfest, at landsstýrisfólk hava borið seg skeivt at, fáa avleiðingar og tað hava tær eisini fingið, tí landsstýrismenn eru farnir frá.


Verða hildin uttanfyri

Kortini heldur Høgni Hoydal, at tað er nakað í útsøgnini hjá Hans Paula Strøm um at halda Tjóðveldið uttanfyri ávirkan.

Eftir hansara tykki er tað tilvitað hjá øðrum flokkum at halda Tjóðveldið uttanfyri ávirkan.

- Tað gongur sjón fyri søgn, at vit verða hildin uttanfyri politiska ávirkan, tí at vit hava hildið fast um nakrar grundreglur.

- Men vit eru bara ikki við upp á at bróta tær grundreglurnar um at halda lóg og landaskil.

At tað ikki er ein grundregla hjá øllum flokkum, heldur hann, sigur rættiliga nógv um, hvagar føroyska fólkastýrið nú er komið.

Vit hava meiri um málið aðrastaðni í blaðnum.

Les eisini greinina: Hava ikki jagstrað Hans Paula