Hóast stríð hevur verið ímillum løgmann og varaløgmann, eru teir í hvussu so er samdir um eitt: Teir vilja báðir hava kanningarstjóra at kanna skrivstovugøluna í Tinganesi Høgni Hoydal tekur fult undir við, at ein kanningarstjóri verður settur at kanna politiska rokið um tiltiknu skrivstovuna í Tinganesi og, hvørjar heimild løgmaður hevur á økinum.
Sostatt kann staðfestast, at hóast rok hevur verið ímillum løgmann og varaløgmann um skrivstovumálið, eru teir í hvussu so er samdir um eitt: Teir vilja báðir hava kanningarstjóra at kanna skrivstovugøluna í Tinganesi.
Fyrr í dag boðaði løgmaður frá, at hann vildi fegin hava ein kanningarstjóra at kanna málið, ella at Høgni Hoydal stevnir.
Og nú boðar Tjóðveldið frá, at flokkurin tekur undir við at kanningarstjóri verður settur.
Sjálvstýrisflokkurin hevur heitt á tingformannin um at senda landsstýrismálanevndini málið við tí endamálið at seta ein kanningarstjóra at kanna skrivstovumálið í Tinganesi og tað taka bæði løgmaður og Høgni Hoydal undir við.
- Ákærurnar um ?Watergate?, innbrot og valdsmisnýtslu í Tinganesi hava fullkomiliga máað støðið undan øllum áliti á politisku skipanina, sigur Tjóðveldið í tíðindaskrivi beint nú.
Flokkurin heldur, at vit kunnu ikki bjóða fólki, at hesar ákærur hanga í leysum lofti, í tí eigur ein kanningarstjóri at verða settur at lýsa málið.
Men flokkurin leggur dent á, at tá ið kanningarstjórin er komin til eina niðurstøðu, eiga hóskandi politiskar og/ella rættarligar avleiðingar sjálvsagt at verða tiknar, sum flokkurin málber seg.
At løgmaður fyrr í dag boðar frá, at hann tekur undir við einum kanningarstjóra, tekur Tjóðveldi sum tekin um, at løgmaður eisini tekur undir við, at hóskandi avleiðingar verða tiknar, tá niðurstøða kanningarstjórans fyriliggur.