Høgni Hoydal viðvíkjandi fjølmiðlunum, men?..

Óli Jacobsen

Høgni Hoydal hevur í bløðunum havt eina lýsing av føroysku fjølmiðlunum, sum fullkomiliga svarar til hana, sum vit hava havt í ótaldum greinum í FF-blaðnum.
Hansara útgangsstøði er lógaruppskotini um yvirtøkulóg og uttanríkisheimildir, har viðgerðin samb. Høgna hevur verið merkt av uttanumtos og villeiðing. Og hetta er alt slúkt rátt av fjølmiðlunum, sum hava endurgivið hetta uttan at nakar spurningur hevur verið settur um rættleikan í hesum. Og hetta fær Høgna at spyrja um fjølmiðlarnir hava røkt sína uppgávu sum samfelagsins varðhundar við teirri undirbrotligheit, sum teir hava víst í hesum málum.
Hevur gjørt seg sekan í tí sama.
Høgni hevur púra rætt, men tað er bert eitt "men". Tey sum hava fylgt við vita, at tað, sum Høgni leggur verandi samgongu undir við villeiðing og uttanumtos, var júst dagligur kostur í hansara egnu tíð sum landsstýrismaður.
Og tá var støðan hjá somu fjølmiðlum mótvegis hansara "tíðindaflutningi" eins undirbrotlig og krúpandi, sum hann nú sigur fjølmiðlarnar vera mótvegis sitandi samgongu.
Hetta var bæði galdandi fyri Høgna persónliga og annars fyri virkseminum yvirhøvur hjá undanfarna landsstýri.
Her skulu bert verða lýst nøkur tvey dømi úr rúgvuni, sum kundi fylt bøkur. Eitt er viðgerðin av yvirtøkuni av rættarmálunum. Serstakliga er tíðindaflutningurin í samband við fundin millum Høgna og Frank Jensen, danska løgmálaráðharran, á heysti 2001 eitt "gott" dømi um eina sera grova villeiðing. M.a. var í almennum tíðindaskrivi frá landsstýrinum greitt frá, at Frank Jensen hevði givið tilsøgn um at hesi mál kundu yvirtakast uttan broyting av heimastýrislógini. Hetta var í besta fall bert ein hálvur sannleiki og samstundis ein sera grov villeiðing.
Tá vóru fjølmiðlarnir eins stórur undanstøkkingar og teir nú verða sagdir at vera av Høgna. Teir settu ongan kritiskan spurning, tá tað vísti seg, at Frank Jensen hevði eina heilt aðra frágreiðing, sum seinni hevur víst seg at vera røtt.
Sigast kann, at somu fjølmiðlarnar, sum nú verða lagdir undir at renna ørindini fyri verandi makthavarar, beinleiðis kávaðu útyvir tey heili og hálvu ósannindi, sum her var talan um.
Eitt annað dømi er málið um persónsupplýsingar og Elektron. Her var Høgni enntá endurgivin fyri at siga, at brot á siðvenju í einum rættarsamfelag hevði ongan týdning í hesum máli, hóast júst ein slík siðvenja er fremsta grundarlagið fyri einum rættarsamfelag og persónligum frælsi og hetta er galdandi uttan mun til málið. Embætisførslan í hesum máli var eisini í samsvar við hetta sjónarmið, t.v.s. hjá Høgna.
Hetta mál er annars eisini eitt "gott" dømi, um hvussu grundarlagið undir seinastu samgongu varð máað undan rættarsamfelagnum við stuðli frá fjølmiðlunum.
Á heysti 2003 sendi føroyska løgmálaráðið út eitt tíðindaskriv um hetta mál. Tey sum høvdi minsta vit og skil dugdu at síggja, at hetta var ein tann størsti vavstur av tvætli og mótsøgnum, sum hevur verið á prenti í Føroyum.
Teir eftir egnu tykki professionellur fjølmiðlarnir endurgóvu hóast hetta heilt kritikkleyst hetta tíðindaskriv uttan at seta so mikið sum ein relevantan spurning.
Hesi bæði mál skuldu annars verið uppløgd fyri eina landsstýrismálanevnd.
Generelt rættarloysi.
Og so ikki at tala um ta rúgvu av málum, har landsstýrið breyt tær mest grundleggjandi reglurnar í einum rættarsamfelag, tá hetta passaði politiska viljan. Her kann bert vera nevnt málið um Jógvan S, har samlaða politiska skipanin tók rættindi frá einum borgara, væl vitandi, at hetta var rættarbrot. Hetta er galdandi fyri bæði samgomgu sum andstøðu. Hetta koma vit borgarar at rinda fyri, nú rokningin kemur. Hetta verður ikki tikið uppá tungu, heldur ikki av eini undbrotligari pressu.
Sjúrður hevur eisini rætt, men?..
Í eini aðrari grein sigur Sjúrður Skaale, at tað eru løgfrøðisligir heksadoktarar, sum stýra samfelagnum. Hetta er eisini púra rætt. Men tá hann tosar um advokatar, so setur hann fokus á eitt skeivt stað. Advokatar eru jú sakførarar, sum av einum parti í einum máli verða bidnir um at gera ein meting av einum máli. Tá veit hin parturin, hvør ið hevur biðið um metingina og kann meta út frá tí. Hetta er ikki øðrvísi enn tað altíð hevur verið.
Men um føroysk løgfrøði er korrumperað, so er hetta ikki gjørt av privatum advokatum. Hesir fáa hóast alt sín løgfrøði roynda av rættinum viðhvørt.
Teir veruligu heksadoktararnir eru teir almennu løgfrøðingarnir. Hesir eru eisini teir vandamiklastu, tí fólk rokna við, at teir í hvussu er eru óheftir. Men tað er hópur av dømum um, at teir gleðiliga renna politisk ørindini, og at teir leggja navn til sjónarmið, sum eru beint ímóti vanligari rættarfatan.

Eitt dømi um hetta er løgfrøðingur, sum varð bílagdur at siga í einum notati, at tað ongan týdning hevði fyri eina málsviðgerð hóast løgmaður hevði sagt ósatt fyri tinginum. Hetta er í stríð við tey mest grundleggjandi prinsippir í einum fólkaræði. Hetta upprit er enntá til skjal á heimasíðuni hjá løgtinginum.
Eitt annað dømi er løgfrøðin í Jógvan S málinum. Tingmenn royndi einaferð at seta spurning við løgfrøðina hjá landsstýrismálanevndini, har tað heilt greitt tykist at vera andsøgn millum hesa og grundgevingar hjá Føroya Rætti í Jógvan S málinum. Hetta førdi til, at formansskapurin í tinginum gav tingmanni eina átalu, og málið varð myrkalagt við sínum leysu endum.
Hetta vísir, at almenna løgfrøðin er uttan nakað sum helst eftirlit, og hon er eisini hareftir. Hon ger sum hon verður biðin, og afturfyri verður hon vard av teimum politikkarum, sum tænir.
Ábyrgdin er politisk, men hetta ber bert til við hjálp frá eini krúpandi pressu, sum ikki bert er samd um, hvat hon skal siga, men eisini hvat hon skal tiga um. Tí kunnu vit fáa stóra umrøðu av morgunbollum sunnudag, men meira tað nærkast skegginum tess meira verður tagt.
Stutt sagt kann sigast, at hevði Høgni sett somu krøv um rættleika og sannleika til sín sjálvan sum til hini, hevði hann verið Føroya besti politikari!