– Eg eri ómetaliga harmur um, at orðsaskiftið um eina nýggja fiskivinnuskipan, endaði í einum eljustríði.
Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, nú hann í gjár aftur legði uppskotið fyri Løgtingið um eina nýggja fiskivinnuskipan.
Tað eydnaðist ikki at avgreiða málið fyri summarfrítíðina og sostatt satt tað burtur, og tí mátti tað leggjast fram aftur nú.
Men hann átekur sær sjálvur ein part av skyldini fyri, at orðaskiftið endaði í einum eljustríði, tí hann heldur, at tað kundi verið greitt betri frá, hvat endamálið er.
Men so heldur hann eisini, at ein orsøk til tað harða orðaskiftið var, at tað ikki eydnaðist at fáa semju ímillum samgongu og andstøðu um málið
Men nú er uppskotið so aftur broytt og lagað til, og hesa ferð vónar Høgni Hoydal, at orðaskiftið fer at snúgva seg um tað, ið uppskotið í roynd og veru snýr seg um, og ikki um alt møguligt annað.
Hann sigur eisini, at samgongan hevur undirskrivað eitt skjal, har tey binda seg til at taka undir við uppskotinum, soleiðis sum tað nú fyriliggur.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Høgna Hoydal greiða frá, hvat endamálið við nýggju fiskivinnuskipanini er, og hvussu hann annars metir støðuna beint nú.