Høgni Hoydal: Átti heldur at verið misálit á samgonguna

Tjóðveldi heldur at hetta er ikki bert eitt mál um Rósu, men eitt samgongumál, og tí átti eitt misálit heldur at verið móti allari samgonguni.

- Men vit taka støðu til hetta misálitið um ella tá tað kemur í tingsalin, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi.


Høgni Hoydal greiðir frá, at enn hevur flokkurin ikki tikið støðu til, um hann tekur undir við misálitinum, sum Miðflokkurin ætlar at reisa í dag klokkan 13.30, um ikki okkur heilt álvarsligt hendur í málinum áðrenn.


- Men hetta burdi jú heldur verið eitt misálit á alla samgonguna, heldur enn bara móti Rósu Samuelsen, tí hetta er eitt samgongumál, og løgmaður hevur longu greitt tinginum frá, at hesar kunngerðirnar vóru umrøddar í samgonguni fyri hálvum ári síðani, og øll ting- og landsstýrisfólk vóru kunnaði um ætlaðu broytingarnar og tóku undir við tí, greiðir Høgni Hoydal frá.


Hetta gjørdi Kaj Leo Johannsen, løgmaður, tá hann tann 20. januar svaraði einum fyrispurningi frá Annitu á Fríðriksmørk um hvørjar ábendingar løgmaður hevði fingið frá hinum í samgonguni, um, at tey ikki kundu góðtaka hækkaða gjaldið.


Løgmaður greiddi tá, sambært heimasíðunin hjá Tjóðveldi frá, at øll í samgonguni – ongin undantikin – vóru við upp á hækkingarnar, og vóru vitandi um ætlanina alla tíðina, og ikki fyrr enn Rósa Samuelsen hevði lagt ætlanina fram og onnur í samfelagnum reageraðu ímóti, vóru nøkur í samgonguni, sum ynskti málið tikið uppaftur.