Johan Dahl, løgtingsmaður
Eftirhondini er paniska fullveldispsykosan hjá Høgna Hoydal við at gera okkum føringum fyri skommum.
Tað er ikki sørt fjølmiðlasirkus hann, við kringvarpi og bløðum á baki gera burturúr einum mistaki hjá einum grikskum hotelstjóra, sum flaggaði við føroyska flagginum undir tí danska uttanfyri hotel sítt á Rhodos.
Sjálvandi skuldu danir hava skuldina – danska uttanríkistænastan og sendistovan í Grikkalandi skuldu verða komin við hesum kravboðum um flagging.
Við rakettferð varð fyrispurningur um málið sent frá fólkatingsmanninum, sum við góðari samvitsku heintar 4,5 mill. til politiska propaganda móti dønum og donskum koloniharrum - úr danska statskassanum (donsku vaskikonuni á Vesturbrúgv) um árið saman við norðuratlantsbólkafeløgum sínum.
At ein ørkymlaður Høgni brúkar einhvønn politiskan møguleika fyri at skapa órógv millum góða samstarvið millum Føroyar og Danmark er onki nýtt, men hetta seinasta uppáhaldi og skuldsetingarnar, sum hava verið frammi um donsku luttøkuna av mistakinum hjá hotelstjóranum á Rhodos, hoyrir ongastaðni heima.
Tað sær út til, at tað er við at fjara í fullveldispolitikkinum, um eitt so lítið mistak skal blásast upp, sum vit her hava verið vitni til.
Trúði ikki at Høgni Hoydal var so politiskt panikksligin, sum hetta mál vísur hann veruliga er.