Høgni Hoydal: Steintalvur og semjur

At seta fólk í bás er helst ein partur av politiska spælinum. Í sambandi við eitt stórmál sum at seta eina grundlógarnevnd, vórðu fleiri ferðir samanberingar gjørdar millum ætlanirnar hjá landsstýrinum og religión. Tingmenn vórðu róptir apostlar. Samanberingar vórðu gjørdar millum ein landsstýrismann, sum leggur eitt uppskot fram, og Móses, sum kom niður av fjallinum við steintalvunum.

Sjálvandi kunnu vit velja at taka tað sum skemt og svara aftur, at tað verður helst neyðugt at hava lógaruppskotini á steintalvum, so leingi ein ávísur sambandsmaður situr á tingi.


Vantandi virðing

Men eg haldi tað er vantandi virðing fyri religiónini, at brúka hesar samanberingar. Politiska málið um sjálvstýrið snýr seg sjálvsagt um at trúgva uppá felagsskap og felags mál hjá føroysku tjóðini, sum grundarlag fyri einum sjálvberandi samfelag. Men tað eigur ikki vevjast saman við átrúnað. Einar sjálvstøðugar Føroyar skulu hinvegin tryggja í síni grundlóg, at vit kunnu virka saman uttan mun til ymsar politiskar og átrúnaðarligar spurningar.

Hin hugsanin um, at føroyska vælferðin skal koma frá einum donskum statskassa til ævigar tíðir, bara vit skikka okkum væl mótvegis donskum politikarum, minnir eftir mínum tykki meira um eitt slag av avgudadyrkan. Í hvussu er, er talan um trúgv uppá eina megi, sum vit ikki hava ræðið á fólkaræðisliga.


Eitt gott útspæl

Kortini haldi eg, at tað er gleðiligt at allir flokkar fara at taka lut í grundlógararbeiðnum við opnum sinni. Og bæði undir viðgerðini av uppskotinum um grundlógarnevnd og seinni í sjónvarpssendingini ?Krosskast?, hómi eg møguleikan fyri at finna ta breiðari semjuna, sum vit øll ynskja.

Formaður Javnaðarfloksins skjeyt upp, at blokkstuðulin skuldi minka burtur eftir einum frymili í mun til bruttotjóðarúrtøkuna - ella framleiðsluna í landinum. Sum eg skilji tað, so merkir hetta, at tá framleiðslan fer upp og vøkstur er í búskapinum, so verður blokkurin skorin niður í mun til hetta.

Hóast eg síggi nógvar politiskar trupulleikar í eini slíkari loysn - t.d. um hetta gevur nakra veruliga ábyrgd - so haldi eg avgjørt vit eiga at viðgera ein slíkan møguleika.

Samgongan og landsstýrið hava jú ikki lagt seg fastan á hvussu blokkstuðulin verður minkaður og tíansheldur vita vit, hvat danska stjórnin kann ganga við til.


Semjur krevja

greiðar støður

Eg tulki hetta tí sum ein møguleika fyri loksins at tosa í álvara um eina breiða semju. Samstundis kann eg endurtaka, at samgongan altíð er tilreiðar at samráðast við andstøðuna um at finna semjur. Tað sum hevur vantað higartil er júst, at onki ítøkiligt útspæl er komið frá andstøðuni um, hvat hon ynskir. Áðrenn tað er komið á borðið ber heldur ikki til at finna semjur.

Tí vil eg mæla til, at Javnaðarflokkurin arbeiðir víðari við hesum og leggur eitt útspæl fram. Eg hugsi neyvan, at munurin er serliga stórur, tá samanum kemur.

Samstundis vil eg minna á, at ein partur av arbeiðssetninginum hjá sáttmálanevndini, sum landsstýrið hevur sett, er at lýsa dømir um skipanir, sum liggja millum heimastýrisskipanina og fullveldi. Hetta skal tryggja eitt sakligt grundarlag undir politisku viðgerðini av ymsu møguleikunum.


Gott treysti

Vit nærkast jólum og nýggja árinum. Hóast skræðing í tinginum, haldi eg vit eiga at halda jól og nýggjár við góðum vónum um komandi árið og framtíðina. Búskaparfrøðingar hava sligið fast, at vit tosa als ikki um nakað skrædl í einum búskapi uttan blokkstuðul - men um krøv til ein skilagóðan búskapar- og vinnulívspolitik. Orðaskiftið í almenninginum er á tremur við kjaki um møguleikar og krøv til framtíðina. Nærløgd og dugnalig fólk arbeiða nú burturav við at lýsa hesar møguleikar og krøv út í æsir. Bæði tingið og fólkið fáa alt hetta tilfar til viðgerðar, áðrenn tey skulu taka støðu til framtíðarskipanina. Vit hava sum ættarlið ein søguligan møguleika í einum grundlógararbeiði at viðgera tey grundleggjandi virðini, rættindini og skyldurnar í okkara samfelag.

Og gleðiligast er, at annað beinið er um at koma úr skotgrøvunum millum samgongu og andstøðu, nú ítøkilig boð koma frá andstøðuflokkunum.


Høgni Hoydal

landsstýrismaður