Høgni Hoydal skumpar Tjóðveldisflokkin út í myrkrið

Tjóðveldisflokkurin hevur lítlar og ongar møguleikar fyri at koma aftur í samgongu, so leingi Høgni Hoydal er formaður, heldur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður. Hetta er ómetaliga óheppið og vánaligt, heldur Høgni Hoydal

So leingi Høgni Hoydal er formaður í Tjóðveldisflokkinum, hevur hann lítlar og ongar møguleikar fyri at koma aftur í samgongu og sostatt at fáa ávirkan á førda politikkin.
Tað heldur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður.
Nú ein dagin var rættiliga harður orðadráttur í Løgtinginum ímillum formannin í Tjóðveldisflokkinum og landsstýrismannin í almanna-og heilsumálum.
Og tað orðaskiftið avdúkaði, at tað leggur ein rættilig kuldabrúgv ímillum samgonguna og andstøðuna-ella í hvussu so er ímillum partar í javnaðarflokkinum og partar í Tjóðveldisflokkinum.
Løgtingið umrøddi henda dagin ein spurning frá Annitu á Fríðriksmørk um seingjadagatalið í sjúkrahúsverkinum.
Har hevði Høgni Hoydal eisini sína meining, men tað kann róliga sigast, at tað fall ikki í góða jørð hjá Hans Paula Strøm.
- Skal eg siga mína erligu meining, so minti hetta meg um, at næstan hvørja einastu ferð Høgni Hoydal fer upp á talarastólin í Løgtinginum, skjýtur hann seg sjálvan og sín flokk longri og longri og longri út í andstøðu. Segði Hans Pauli Strøm.
Hann helt, at tá ið Høgni Hoydal tosar sum hann ger, forpurrar hann sínar egnu møguleikar fyri at koma aftur í samgongu.
- Tað haldi eg, at hann ger, næstan hvørja einastu ferð, hann tekur orðið og tað er at harmast um, segði Hans Pauli Strøm.
Hann helt, at røðan hjá Høgna Hoydal var fulllødd við illgitingum um onkra fjalda dagsskrá og um, hvat landsstýrið nú var úti upp á og, hvørjar ætlanir, landsstýrið veruliga hevði.

Ómetaliga ósakligt
Tað var týðiligt, at hesin harði dómurin frá landsstýrismanninum, kom eitt sindur óvart á Høgna Hoydal.
- Skulu vit taka landsstýrismannin upp á orðið, er tað soleiðis, at andstøðan skal halda uppat at finnast at nøkrum viðurskiftum ella vísir á aðrar møguleikar enn teir, sum Hans Pauli Strøm vísir á, tí annars skjýtur Tjóðveldisflokkurin seg út í andstøðu fyri alla framtíð.
- Eg haldi, at tað er ómetaliga ósakligt av Hans Paula Strøm at brúka slíkar grundgevingar.
Høgni Hoydal segði, at hann hevði reist nakrar spurningar um sundurbýtið ímillum land og kommunur og hann hevði víst á, at tað var óheppið, at arbeiðið at leggja eldraøkið undir kommnunurnar at umsita, varð steðgað.
Hann hevði eisini spurt um ætlanina at leggja eitt psykiatriskt tilboð saman við ellis-og røktarheiminum í Vági og hann hevði reist spurningar, hvussu vælferðarsamfelagið skal fíggjast.
- Er tað ólógligt í føroyskum politikki, at andstøðan skal koma við slíkum spurningum og sjónarmiðjum, so mugu vit bara staðfesta, at skulu vit taka Hans Paula Strøm upp á orðið, tolir man ikki nakra andstøðu. Man tolir ikki atfinningar og ístaðin verður ein bílig hóttan førd fram, at vissi tit vága tykkum at finnast at mær, hava tit skotið tykkum út í andstøðu í alla tíð framyvir.
- Eg haldi, at hetta er heilt ómetaliga óheppið og vánaligt, segði Høgni Hoydal.
Les eisini greinina: Tí bleiv Hans Pauli illur við Høgna