- Eg skilji ikki, hvat tað er, Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, tosar um í sambandi við Eysturoyartunnilin.
Tað sigur Høgni Hoydal, tingmaður.
Saman við Aksel V. Johannesen, tingmanni, bað hann nakað síðani Kára P. Højgaard svara nøkrum spurningum um Eysturoyartunnilin.
Men sum tað sæst í øðrum greinum longur niðri á Portalinum, útihýsti landsstýrismaðurin upplýsingum frá Landsverki, tá ið hann svaraði spurningunum.
Hetta vóru upplysingar um, at ein privatur tunnil fer at kosta 93 til 116 milliónir meiri um árið í 30 ár, enn ein almennur tunnil hevði kostað.
Tilsamans fer ein privatur tunnil sostatt at kosta 1,9 til 3 milliardir meiri enn ein almennur tunnil, vísa útrokningar hjá Landsverki út frá nýggjastu upplýsingunum í málinum.
Men sum tað eisini sæst longur niðri á Portalinum, heldur landsstýrismaðurin, at hesir upplýsingarnir eru bæði týdningarleysir og óbrúkiligir í hesum føri.
Tað er annar spyrjarin, Høgni Hoydal, als ikki samdur í.
- Vit spurdu ítøkiliga, hvussu stórur fíggjarligur munur er á einum almennum og einum privatum tunli, segði hann við Rás2 nú seinnapartin.
- Sjálvandi skal landsstýrismaðurin geva allar upplýsingar frá sær, legði hann afturat.
Hann staðfestir, at eftir lógini um ábyrgd landsstýrismanna, hava
landsstýrismenn skyldu til at leggja allar týðandi upplýsingar fyri Løgtingið.
Men tað hevur Kári P. Højgaard ikki gjørt í hesum føri, leggur hann afturat.
- Endamálið er sjálvandi at fjala tann veruleika, at vit kunnu fáa tveir tunlar fyri ein fyri at gera hann almennan.
Høgni Hoydal sigur, at ein privatur tunnil verður dýrari at koyra ígjøgnum.
Hann sigur, at verður tunnilin almennur, verður tað bíligari at binda landið saman til frama fyri allar føroyingar, og at fáa fast samband til bæði Sandoy og Suðuroy.
Høgni Hoydal sigur, at tá ið ein landsstýrismaður svarar løgtingslimum, kann hann ikki sjálvur velja, hvørjar upplýsingar, hann letur frá sær, tí hann skal leggja alt fram.
Og hvat annað skuldi verið relevant í hesum føri enn júst upplýsingarnar frá Landsverki, sum er okkara fremsti ráðgevari á tekniska økinum, sigur Høgni Hoydal.