Høgni Hoydal skal svara hesum í morgin

Í morgin verða munnligir fyrispurningar á skránni og í hesum sambandi hava Helgi Abrahamsen og Edmund Joensen skriva sær spurningar at seta Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum. Helgi Abrahamsen spyr, hvussu nógvan stuðul hevur Búnaðargrunnurin seinastu árini goldið bóndum, til at keypa búnaðarjørð og at velta upp úr nýggjum fyri, og hvønn týdning hevur hesin stuðulin havt fyri fíggjarligu støðuna hjá bóndum? 

Helgi Abrahamsen vísir á í tíðindaskrivi, at Løgtingið samtykti í 2011 at broyta lógina um Búnaðargrunn, við millum annað tí endamáli at játta festum fígging til ætlanir, sum skuldu skapa varandi virðisøking av festunum. Fíggingin skuldi millum annað kunna veitast til at keypa búnaðarjørð, og til at velta og nýdyrka jørðina.

- Nógv varð tá tosað um, at mjólkarbøndur høvdu ikki atgongd til neyðugu mongdina av stráfóðri, tí orsaka av umsetiligu mjólkarkvotunum, var velti bøurin ofta langt burtur frá fjósunum. Úrslitið av hesum var, at nógv fóður bleiv innflutt, samtíðis sum nógvur veltur bøur ikki bleiv sligin, sigur hann. Nú nøkur ár eru liðin síðani hetta átakið varð sett í verk, vil løgtingsmaðurin hava at vita, hvørji úrslit stuðulin hevur havt við sær

Edmund Joensen setur eisini spurning til Høgna Hoydal. Hann spyr, um landsstýrið hevur kannað, um avreiðingargjald á 2 krónur pr. kilo fyri pelagiskan fisk, ið verður seldur uttanlands, er í stríð við altjóða ella millumtjóða avtalur?

 

 

Í viðmerkingunum til spurningin skrivar Edmund Joensen, at í Nýskipanarálitinum (s. 145) verður spurningur settur við, um tað er loyvt at áseta eitt avgjald á avreiðingar uttanlands. Hetta hevur týdning, nú ætlanin er at selja 25% av tilfeinginum á uppboðssølu, skrivar tingmaðurin. 

 

Tingfundur byrjar í morgin klokkan 11.00.