Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum, er á almennari vitjan í Liktenstein Í Liktenstein er Høgni Hoydal gestur hjá frú Rita Kieber-Beck, uttanríkisráðharra og ráðharra í mentamálum og javnstøðuspurningum. Umframt hana hevur Høgni Hoydal vitjað Alois arvaprins og ríkisleiðara á fúrstaborgini í Vaduz, Liktenstein.
Á fundi við ráðharran varð dentur lagdur á at viðgera møguligan føroyskan EFTA- limaskap. Høgni Hoydal legði doyin á, hvønn týdning hetta mál hevur fyri Føroyar. Hann legði somuleiðis dent á, at stuðulin frá Liktenstein til hetta mál er sera týdningarmikil fyri Føroya Landsstýri. Harafturat varð hugt eftir, hvussu eitt slíkt smáland hevur megnað at sett á stovn egið tjóðar fíggjareftirlit.
Føroyska sendinevndin kemur aftur til Føroya leygardagin 17. mai.