?Tað fer neyvan at bera til at fáa ST upp í fullveldissamráðingarnar ímillum donsku stjórnina og landsstýrið.
Tað ásannar Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fullveldismálum, nú.
Eftir tann triðja samráðingarfundin við donsku stjórnina tann 15. juni, har tað heldur ikki eydnaðist at fáa donsku stjórnina at vika seg í spurninginum um eina búskaparliga skiftistíð, bar landsstýrið upp á mál at fáa ein triðja part upp í samráðingarnar.
Danska stjórnin vísti hesum aftur. Men landsstýrið hevur kortini vent sær til ST at vita, hvussu ein ber seg at í eini støðu, sum hesari og, hvørjir møguleikar eru.
?Støðan er nevniliga tann, at danska stjórnin heilt einfalt vil ikki samráðast. Hon vil hvørki tosa um áramálið og hon vil heldur ikki gera eitt felags grundarlag at meta skiftistíðina útfrá.
? Hetta vísir, at hon metir hetta sum eitt danskt mál burturav. Og tað vísir eisini, hvussu ójøvn samráðingarstøðan hjá pørtunum er og, hvussu óvirðiligari og mannminkandi støðu, føroyingar eru í, sigur Høgni Hoydal.
? Hetta vísir heilt einfalt, at so leingi, vit ikki hava fullveldið, hava vit bara tey rættindi, sum danska stjórnin er sinnað at lata okkum fáa, tí tey rættindi, sum tað ikki hóvar henni, at vit skulu fáa, tey noktar hon bara at tosa við okkum um.
Hann sigur, at Landsstýrið helt tað tí vera eitt hugskot at fáa ein triðja part upp í, fyri at fáa eina javnari samráðingarstøðu ímillum partarnar.
? Vit høvdu ætlað, at hesin triði parturin skuldi stuðla uppundir at fáa veruligar samráðingar ígongd ímillum partarnar um tey málini, sum partarnir ikki so frægt sum hava fingið tosað um enn.
? Hann kundi eisini verið við til at gjørt eitt óheft grundarlag til at avgreiða tann búskaparliga partin útfrá. Tvs, at hann kundi mett um, hvussu føroyski búskapurin er í løtuni, hvussu búskaparligu viðurskiftini eru ímillum Føroyar og Danmark, og sostatt kundi hann verið við til at lagt grundarlagið fyri einari búskaparligari uppgerð ímillum londini bæði.
?Men tað ein misskiljing, tá ið sagt verður, at Landsstýrið vil hava ein triðja part uppí fyri at fáa eina semju við donsku stjórnina um tann búskaparliga partin í samráðingunum.
? Einasta endamálið við at fáa ein triðja part uppí, er at fáa glið á sjálvar samráðingarnar. Hetta er eitt úrslit av teirri niðurstøðuni, sum vit órongiliga máttu koma til eftir tann seinasta samráðingarfundin, tí vit halda, at danska støðan er eitt greitt brot á tær avtalur, sum eru gjørdar í sambandi við samráðingarnar.
? Men tá ið danska stjórnin, sum hevur buktina og báðar endarnar, sigur nei, mugu vit ásanna, at tað er lítið sannlíkt at tað fer at eydnast at fáa ein triðja part uppí.
?Um danska stjórnin noktar, hava vit ongan møguleika at krevja, at ein triði partur skal koma uppí. ? So leingi, vit ikki eru eitt sjálvstøðugt land, hava vit ongan rætt. ST er ein samgonga ímillum sjálvstøðug lond og tað leggur seg ikki út í innanlands viðurskifti hjá limalondunum.
Høgni Hoydal sigur, at landsstýrið fer enn einaferð at heita á donsku stjórnini um at lata vit og skil ráða og at góðtaka, at ein triði partur kemur uppí.
?Hetta er ikki tí at vit vilja samanbera hesa støðuna í Føroyum við støðuna í teimum londum, sum vit vanliga seta í samband við uppílegging frá ST.
?Men vit halda, at hetta málið kann viðgerðast sum spurning um altjóða rætt og tí fara vit at royna einaferð enn, sigur Høgni Hoydal.
Næstu ferð í Føroyum
Annars sigur Høgni Hoydal, at landsstýrið ætlar sær at samráðast við donsku stjórnini til eitt ítøkiligt úrslit er komið burturúr.
Hann sigur, at tað er neyðugt fáa eitt ítøkiligt uppskot burturúr, sum fólkaatkvøða síðani skal vera um.
Hann veit enn ikki, nær hendan fólkaatkvøðan kann vera.
Upprunaliga var ætlanin, at hon skuldi vera í ár, men nú er mest sannlíkt, at hon ikki verður fyrrenn næsta ár.
Landsstýrismaðurin sigur, at tá ið samráðingarnar hava ført til eitt ítøkiligt úrslit er tað neyðugt at almenningurin og andstøðan á tingið fáa hóskiligt av tíð til at seta seg inn í uppskotið og at viðgera tað.
Hann heldur, at tríggir mánaðir kundi verið ein hóskiligt tíð frá tí at at eitt úrslit er komið á borðið, til fólkaatkvøðan kann vera.
Og tá ið næsti samráðingarfundurin ikki er avtalaður enn, er tað lítið, sum bendir á, at fólkaatkvøðan kann verða fyrrenn í hvussu so er eftir ársskiftið.
Landsstýrið arbeiðir nú við at avtala tann næsta samráðingarfundin við donsku stjórnina.
?Vit vilja hava tann næsta fundin í Føroyum, tí vit eru ikki sinnað at fara aftur til Danmarkar til ein sjónleik afturat.
? Vit vilja fegin hava, at fundurin verður sum skjótast. Men danski taktikkurin hevur týðiliga avdúkað, at teirra endamál er at draga samráðingarnar út, so enn er ilt at siga, nær fundurin kann vera.
?Men tað er ómetaliga óheppið, at vit standa so leingi í eini samráðingarstøðu, har vit ikki so frægt sum fáa sett hol á avgerðandi spurningar. Tað ger, at alt kemur at snúgva seg um pening og skiftistíð og at ov lítið kemur at snúgva seg um fyrimunirnar við einum føroyskum fullveldi, sigur Høgni Hoydal.h;is reytt)
Máltindurin
Signar Johannesen AB 11
Kristoffur Vidtfeldt B71 11
Oddbjørn Joensen AB 9
Pauli Hansen Skáli 9
Egill Steintórsson VB 9
Aksel Højgaard B68 8
Kaj Roest TB 8
Jákup Olsen B68 6
Kári í Láabø VB 6
Svend Poulsen AB 6
Regin Arge B36 5
Hallur Christiansen TB 5
Eyðun Svalbard TB 5