Høgni Hoydal klagar løgmann

Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldi, fer nú at kæra Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann fyri Landsstýrismálanevndini.

Tað váttar hann fyri Portalinum í morgun.

Hann og Helgi Abrahamsen vóru í útvarpinum hjá Kringvarpinum í morgun og kjakaðust um sendistovur okkara uttanlands.

Í hesum sambandi tvíhelt Høgni Hoydal um, at løgmaður hevur brotið stýrisskipanarlógina, tá ið hann niðurlegði føroysku sendistovuna í London

Stýrisskipanarlógin sigur, at áðrenn týðandi avgerðir verða tiknar á uttanríkispolitiska økinum, skal uttanlandsnevndin takast við upp á ráð.

Men nú hevur løgmaður av sínum eintingum gjørt av at steingja sendistovu okkara í London. Tað er ein týðandi uttanríkispolitisk avgerð og tískil er tað brot á stýrisskipanina, sigur formaðurin í Tjóðveldi.

Tí fer hann at kæra løgmann fyri landsstýrismálanevndini.

Kaj Leo Holm Johannesen heldur hinvegin fast um, at talan er ikki um brot á stýrisskipanina, tí talan er ikki um eina týðandi uttanríkispolitiska avgerð.

Hann hevur ført fram, at talan er einans um at uppsiga eitt leigumál og tað eigur ongin stjórnarleiðari at ráðføra seg við eina uttanlandsnevnd um.

Høgni Hoydal sigur við Portalin, at hann fer eisini at kæra løgmann fyri tað, at hann fór til donsku stjørnina at samráðast um at hækka blokkin.

Tað stendur eisini í stýrisskipanini, at samráð skal vera við uttanlandsnevndina, áðrenn samráðingar verða tiknar upp við donsku stjórnina um mál av stórum uttanríkispolitiskum týdningi.

Høgni Hoydal sigur, at hesi bæði málini kunnu ikki fara afturvið borðinum og tí vil hann hava tey lýst út í æsir og tað heldur hann, at landsstýrismálanevndin er tað rætta amboðið til.