Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, er aftur nú klagaður fyri landsstýrismálanevndini.
Tað hendi á løgtingsins røðarapalli í áðni, tá ið Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, og formaður floksins, formliga heitti á formannin í landsstýrismálanevndini, Jógvan Skorheim, um at viðgerða framferðina hjá Høgna Hoydal í sambandi við fiskiskapin eftir makreli í ES sjógvi.
Beint fyri jól fingu nøkur skip loyvi at fiska makrel, men síðst í januar, vórðu nøkur loyvi tikin aftur, og latin øðrum skipum.
Spurningurin var til umrøðu í Løgtinginum í dag, men løgmaður helt, at talan var ikki um so stórt inntriv, at nakað galið var í hesum.
Men har er Jørgen Niclasen als ikki samdur. Hann vildi ikki góðtaka, at Løgmaður vaskar Høgna Hoydal reinan, og hann samstundis formliga á formannin í Landsstýrismálanevndini um at taka málið upp.
Landsstýrismálanevndin viðgerð frammanundan eina klagu um Høgna Hoydal frá Meginfelag Útróðrarmanna fyri mátan, fiskidagarnir í ár eru útlutaðir upp á.