Nýggj Samgonga
? Eg veit væl, at mong siga, at hetta nýggja samgonguskjalið ikki er so víðgongt sum tað seinasta. Men endamálið er enn tað sama.
Høgni Hoydal, formaður tjóðveldisfloksins sigur, at tað er als ikki rætt, tá ið politikarar úr andstøðuni tvíhalda um, at hendan nýggja samgongan hevur slept ætlanini um fullveldið.
?Tað er ikki rætt. Akkurát sum í seinastu samgongu, hevur hendan samgongan sett beina kós fram ímóti fullveldinum, tí allir flokkarnir í samgonnguni taka undir við, at Føroyar fáa sjálvræði.
Men hann váttar tó, at ferðin er sett nakað niður við tað, at samgongan hevur avtalað, at blokkurin einans læsast fastur, ístaðin at minka, tvs, at hann skal ikki hækka.
Higartil hevur hann ikki viljað sagt so nógv um sjálvt samgonguskjalið.
Men nú sigur hann, at sostatt byggir hetta samgonguskjalið sjálvstýrissamtyktina, við tí undantaki, at blokkurin ikki verður minkaður. Annars eru allar yvirrtøkur við.
Hann vísir eisini á, at búskaparpolitikkurin bendir á sama borðið, tí eisini á tí økinum verður kósin fram ímóti fullveldinum hildin.
? Eftir samgonguskjalinum skulu vit nevniliga alsamt gera okkum leysari av blokkstuðlinum við tað, at yvirskotið á fíggjarlógini ska l alsamt veksa.
Harumframt er full semja um, at tað er neyðugt at lækka skattin hjá lág- og miðalintøkum og hjá húskum við børnum.
?Samstundis er ætlanin at økja munandi um vælferðartænasturnar, bæði á eldraøkinum og almanna- og heilsuøkinum sum heild.
Men orðið fullveldið verður ikki nevnt í samgonguskjalinum?
? Jú, tað verður tað! Tað stendur, at vit hava fullan sjálvsavgerðarrætt. Tað stendur eisini, at øll málsøki skulu yvirtakast, uttan tey, sum hava samband við suverenitetin. Suverenitetur er tað sama sum fullveldið. Sostatt er samgonguskjalið í fullum samsvari við sjálvstýrissamtyktina, sigur Høgni Hoydal.
Fult forsvarligt
Jóannes Eidesgaard helt í Sosialinum í gjár, at samgonguskjalið var mótstriðandi so tað munar, tí øðrumegin verður inntøkurnar lækkaðar og honvegin er ætlanin at økja útreiðslurnar munandi.
Hesum er Høgni Hoydal als ikki samdur i.
Í fyrstu atløgu heldur hann ikki, at tað er sjálvsagt, at inntøkurnar lækka fyri tað, um skatturin hjás lág og miðalinntøkum lækkar og blokkurin verður frysturfastur.
? Í øðrum lagi er ætlanin at gera neyvar útbyggingarætlanir so at vit ikki byggja okkum yvir rygg og kollsigla búskapin.
?Men sjálvsagt er tað avgerðandi, at tað framvegis er búskaparlig framgongd í landinum. Hesi seinastu árini hevur búskaparligi vøksturin verður ovurstórur. Verður hann bara helvtina so stóru tey komandu árini, er avgjørt rúmd fyri teimum ytbyggingum, vit hava sett okkum fyri.
Høgni Hoydal sigur, at Búskaparráðið er dúgliga spurt til ráðs, tá ið búskaparpolitikkurin komandi árini varð avtalaður.