-Søgan, sum hesar ?vælvitandi keldur? plantaðu í Sosialin hósdagin, er ikki sonn. Ein hópur av fólki kann vitna, at Høgni Hoydal ikki hevur gjørt nakað skeivt í hesum máli, og tíansheldur hevur brotið inn á nakra skrivstovu sigur tingmanning Tjóðveldisfloksins í tíðindaskrivi Eftir at Jóannes Eidesgaard løgmaður í gjár gjørdi av at koyra Tjóðveldisflokkin úr samgonguni hevði tingmanning Tjóðveldisfloksins fund og burtur úr hesum fundi kom hetta tíðindaskriv.
?Klokkan 14.55 í gjár ringdi Jóannes Eidesgaard til Høgna Hoydal og boðaði frá, at hann og hini landsstýrisfólk Tjóðveldisins vóru uppsøgd.
Fáar minuttir seinni helt hann tíðindafund um orsøkina til uppsøgnina. Tá endurtók hann eina søgu, sum Sosialurin, vísandi til ?vælvitandi keldur?, prentaði farna hósdag undir yviskriftini ?Watergate í Tinganesi?. Í sjónvarpinum í gjárkvøldið endurtók Jóannes Eidesgaard, at nakað var hent í Tinganesi, sum ?minti um Watergate?.
- Søgan, sum hesar ?vælvitandi keldur? plantaðu í Sosialin hósdagin, er ikki sonn. Ein hópur av fólki kann vitna, at Høgni Hoydal ikki hevur gjørt nakað skeivt í hesum máli, og tíansheldur hevur brotið inn á nakra skrivstovu.
- At føroyskur politikkur er drigin niður á hetta støði, er syndarligt. Jóannes Eidesgaard hevur við hesum máað støðið undan øllum áliti á politisku skipan okkara.
Men tað er ikki allur skaðin. Søgan varð í gjár endurtikin í fleiri útlendskum miðlum. Jóannes Eidesgaard hevur sostatt eisini við framferð síni gjørt Føroyum fyri skommum í øðrum londum.
- Tí er tingbólkur Tjóðveldisins samdur um, at neyðug stig skulu takast til tess at staðfesta ábyrgdina í málinum sigur tingbólkur Tjóðveldisfloksins í tíðindaskrivinum.