Høgni Hoydal heldur fast um tíðarfreistina

Tíðarfreistin fyri arbeiðið hjá grundlógarnevndini verður ikki broytt. Nevndin skal lata varaløgmanni úrslitið av sínum arbeiði við árslok

 

Tá árið er úti, skal Grundlógarnevndin lata landsstýrinum úrslitið av sínum arbeiði, og so skal støða takast til, hvat skal henda meira í málinum.

Tað ger Høgni Hoydal, varaløgmaður, greitt, nú formaðurin í Grundlógarnevndini hevur staðfest, at nevndin klárar ikki at halda tíðarfreistirnar, sum eru ásettar í lógini fyri grundlógarbeiðið.

Jóan Pauli Joensen hevur sent Høgna Hoydal bræv, har hann boðar frá, at nevndin klárar ikki at hava eitt endligt uppskot um føroyska grundlóg liðugt á nýggjárinum, soleiðis sum ætlanin hevur verið.

? Eg fegnist um brævið frá formanninum í Grundlógarnevndini, tí tað vísir, at nevndin ætlar at gera sítt arbeiði liðugt. Tað er umráðandi, at grundlógin ikki verður politisk kastibløka, soleiðis um okkurt tekin er um nú, sigur Høgni Hoydal, varaløgmaður.


Nevndin neyvan sitandi

Fyrsta dagin í oktober mánaði fer Grundlógarnevndin at lata varaløgmanni eina statusfrágreiðing yvir arbeiðið hjá nevndini. Tá fer nevndin at gera upp, hvussu langt arbeiðið við føroyskari grundlóg er komið, og hvørjir partar av grundlógini kunnu fáa endaliga viðgerð áðrenn árslok.

? Sjálvandi kundi eg hugsað mær, at endaliga uppskotið um grundlóg var liðugt á nýggjárinum, men vit skulu minnast til, at tað týdningarmesta í hesum máli er ikki úrslitið, men tilgongdin. Fyri fyrstu ferð nakrantíð sita føroyskir politikarar og serfrøðingar og viðgera eina føroyska grundlóg, sigur Høgni Hoydal.

? Tá vit fáa úrslitið av arbeiðnum hjá Grundlógarnevndini, skulu vit viðgera, hvat skal henda víðari. Tá kunnu vit taka støðu til, um málið møguliga er búgvið til viðgerð í politisku skipanini.

Varaløgmaður heldur, at uppgávan hjá verandi Grundlógarnevnd er av á nýggjárinum, og nevndin verður neyvan sitandi eftir tað.


Almenni leikluturin

Høgni Hoydal leggur stóran dent á, at almenningurin eisini fær høvi at viðgera uppskotið um føroyska grundlóg, men almennu hoyringarnar, sum skipast skal fyri, verða neyvan fyrstu nógvu mánaðirnar.

Grundlógarnevndin staðfestir, at hon hevur ikki stundir at skipa fyri hesum hoyringum í ár, og hon vísir eisini á, at valstríð til løgtings- og fólkatingsval kann fáa ávirkan á hesar hoyringar, verða tær hildnar í næstum.

? Tað er avgerandi fyri grundlógina, at fólk sleppa at siga sína hugsa um hana. Tí skulu almennar hoyringar verða, hóast Grundlógarnevndin ikki kann skipa fyri teimum, sigur Høgni Hoydal.

Arbeiðið at gera uppskot um føroyska grundlóg verður ikki liðugt á nýggjárinum, men Høgni Hoydal vónar, at arbeiðið er komið væl ávegis, tá árið er úti.