Skúlaviðurskifti
Suðuroy: Hetta vísir bara, hvussu ótruligar leysagøgur kunnu vera.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í mentamálum afturvísir heilt avgjørt, at ætlanir eru um at flyta almanna- og heilsuskúlan á Tvøroyri suður til Vágs.
Annars hevur tað gingið sum rótasúpan seinastu tíðina, at loyniligar politiskar ætlanir verða bryggjaðar saman í hesum døgum um at flyta almanna- ogheilsuskúlan á Tvøroyri suður til Vágs. Tað er ikki sørt, at hetta hevur loypt órógv á Suðuroynna og hevur sett kílar í viðurskiftini ímillum norðaru- og syðru helvt í oynni.
Tað var Heðin Mortensen, løgtingsmaður, sum bar hetta fram á fyrsta sinni á løgtingsins røðarapalli, tá ið málið um nýggjan miðnámsskúla í Suðuroy var til viðgerðar.
Síðani hava lesrabrøv í bløðunum róð uppundir tað saman, eins og prátið manna millum vita at siga, at so er.
? Hetta er eitt dømi um, at roynt verður at grugga eitt mál til fyri at venda eygunum frá teimum politisku framstigunum, sum verða gjørd.
Høgni Hoydal afturvísir staðiliga og púra avgjørdur, at nakrar sum helst ætlanir eru um at flyta skúlan.
?Tvørturímóti arbeiða vit við at finna honum onnur og betri høli á Tvøroyri, sigur hann.
? Tá ið málið um miðnámsskúlan í Vági var til viðgerðar tí tinginum, tvíhelt Heðin Mortensen um, at eg skuldi havt sagt í mentanarnevndini, at ætlanin var a flyta skúlan.
Høgni Hoydal sigur, at tað var júst tað øvugta, hann segði við mentanarnevndina.
? Tað eg legði dent á í mentanarnevndini var, at Almanna- og heilsuskúlin skal verða verandi á Tvøroyri. Eg segði eisini, at eg helt, at tá ið Hovstunnilin er skotin ígjøgnum, verður ongin trupulleiki hjá báðum skúlunum at samstarva, tí tá verður Suðuroyggin so tætt samanbundin, at tað
verður skjótt og lætt at ferðast ímillum.
Hann sigur, at tøvrutímóti at flyta skúlan, hevur mentamálaráðið samskifti við Tvøroyrar býráð um at loysa stóra hølistruppulleikan hjá skúlanum.
? Vit hava eitt gott samskiftið við býráðið á Tvøroyri og eg vit hava havt fund um málið og tað haldi eg var ein góður fundur.
Og Høgni Hoydal sigur, at onkur høli á Tvøroyri eru í kikaranum, sum skúlin kanska kann leiga, men enn er onki avgjørt.
? Trupulleikin er, at skúlin fara undir tað fullu útbúgvingina, krevur tað onnur høli.
Og Høgni Hoydal sigur, at tað verður arbeitt hart fyri at útvega skúlanum onnur høli.
Hinvegin liggur tað longri frammi í tíðini, at talan verður um at byggja nýggjan skúla og tí verður i løtuni arbeitt vit at útvega skúlanum høli, uttan at byggja.
a betri høli á Tvøroyri, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í mentamálum









