Undirgrundin
Nú má tað vera heilt greitt fyri ølllum, at tað er heilt galið við rættarfatanini hjá donskum myndugleikum viðvíkjandi Føroyum.
Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í sjálvstýrismálum, í eini viðmerking til tað, sum danski løgmálaráðharrin segði um føroysku undirgrundina og sum vit hava greitt frá aðrastaðni í blaðnum.
? Danir vilja ikki viðurkenna okkara rættarstøðu sum tjóð og harvið ognarrættin til tey ráevni, sum møguliga liggja í undirgrundini. Hetta vísir sostatt, at vit kunnu ongantíð sleppa fólkarættarliga kravinum og veruleikanum, at vit eru tjóð við teimum rættindum, sum fylgja við tí, sigur Høgni Hoydal á heimasíðuni hjá tjóðveldisflokkinum.
Hann sigur, at halda vit okkum til fólkarættin, er undirgrundin ikki ein gáva frá dønum, ið
teir síðan kunnu krevja aftur.
? Hinvegin er undirgrundin aldargamla ogn Føroya fólks. Skuldu danir gjørt krav á okkara ogn, er hetta sostatt ikki bert eitt mál millum danskar og føroyskar myndugleikar, men eisini eitt mál fyri altjóða rætt.
Høgni Hoydal sigur, at hetta vísur okkum eisini hvussu umráðandi tað er at staðfesta og halda fast
við sjálvsøgdu mannarættindi føroyinga og sjálvsavgerðarætt okkara sum tjóð.










