Høgni Hoydal á fund við bretar og russar

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, skal á eina uttanlandsferð frá 24-27 apríl.

 

Millum annað skal hann hava eina røðu á einum flaggdagshaldi í London, men meira áhugavert er tað, at hann eisini skal á fund við fiskimálaráðharran í Bretlandi, George Eustice, og ovasta í russiska fiskimálaráðnum, Ilya Shestakov.

 

Fyrri fundurin verður í London, seinni fundurin verður í Brússel.

 

Tað hevur ikki eydnast at fáa orðið á landsstýrismannin um evnið á fundunum, men tað er lítið at ivast í, at støðan við Brexit verður partur av fundinum. Av tí, at Bretland fer úr ES, gerst Bretland eitt strandarland í fiskivinnudsamráðingum um millum annað makrelin.

 

Tað var serliga Bretland, ið var hart ímóti Føroyum í teimum árunum, tá Føroyar ásettur sær sína egnu makrelkvotu, tí eingin semja fekst millum strandarlondini um rætta býtið.

 

Fyrr í ár hevði formaðurin í felagnum fyri skotskar fiskimenn í uppsjóvarvinnu, Iain Gatt, eina áheitan á ES og bretsku stjórnina, um at hava eyguni opin við føroyingum, tí teir virdu ikki altjóða sáttmálar.