Høgni Hoydal í farloyvi

Eftir at Tórbjørn Jacobsen í gjár bað um farloyvi frá ting­­a­r­­­beið­inum, hevur Høgni Hoydal í morgun eisini biðið um farloyvi.

Høgni Hoydal er fólk­a­tingsmaður, so hann fær av góð­um orsøkum ikki al­tíð møtt á ting­fundi. Men seinastu níggju mán­að­ir­nar hev­ur – sum nevnt í grein­ini om­an­fyri – eingin av ting­fólk­u­num hjá Tjóðveldinum havt farlovyi.

Seinast Høgni Hoydal hevði farloyvi var sambært upp­gerð­ini hjá Løgtinginum 15. mars í ár.

Sostatt eru bæði Páll á Reyn­a­túgvu og Heini Pet­er­sen komin á ting fyri Tjóð­veldi í morgun.

Tá tingfundurin varð sett­ur í morgun boðið ting­for­mað­urin eisini frá, at Rod­mund­ur Nielsen – sum er var­a­mað­ur hjá Fólka­flokk­i­num, tekur sæti á tingi, sum Kitty May Ellefsen hevur røkt seinastu tvær vikurnar.