Høgni Hoydal ein vónsvikin maður

?Ein sjálvstýrissamgonga er til reiðar at halda fram við arbeiðnum, men bæði fólkaflokkurin og sjálvstýrisflokkurin vilja heldur ganga sambandsleiðina og tað harmar meg almikið, sigur Høgni Hoydal

Samgongusamráðingar

?Sjálvt tá ið eg hugsaði tað allarringasta, hevði eg aldrin droymt um, at tað skuldi ganga so illa, sum tað hevur gjørt.
Høgni Hoydal, formaður tjóðveldisfloksins, dylir ikki fyri, at hann er ógvuliga vónbrotin av, at samráðingarnar ímillum fólkaflokkin, tjóðveldisflokkin og sjálvstýrisflokkin um nýggja samgongu, skuldu slitna síðstu nátt.
Hann sigur, at hann hevði aldrin hugsað, at javnaðarflokkurin vildi so lítið á sjálvstýrisleið, sum hann í veruleikanum vil.
Men ikki minst er hann vónsvikin av, at bæði folkaflokkurin og sjálvstýrisflokkurin fullkomiliga hava slept sjálvstýristilgongdini.
?Tað er týðiligt, at tað eru teir lægstu felagsnevnararnir og mest sambandssinnaður kreftirnar í teimum báðum flokkunum, sum nú seta markið. Tí kom tjóðveldisflokkurin brádliga at standa púra einsamallur á sjálvstýrisvonginum og tað harmar meg almikið, sigur Høgni Hoydal.
Hann sigur, at tá ið tjóðveldsiflokkurin fór upp í hesar samráðingarnar, var hann greiður yvir, at tað var neyðugt at seta ferðina í sjálvstýristilgongdini munandi niður.
? Tað endaði við, at vit góðtóku at seta ferðina niður í 5% fyri at brúka eina mynd av støðuna. Vit góðtóku bara at fremja yvirtøkur fyri neyðars 20 milliónir um árið, men heldur ikki tað var nóg mikið. Og at tað ikki so frægt sum skuldi eydnast at fáa hinar flokkarnar at góðtaka, at arbeiðið at fyrireika yvirtaka løgreglu og rættarmál skilji eg ikki.
Høgni Hoydal sigur, at tað hevur tikið fleiri ár at fáa gongd á hetta arbeiðið og tí er tað fullkomiliga burturvið at sleppa tí aftur nú- serliga tá ið hugsað verður um, at javnaðarflokkurin fyri einum ári síðani segði, at rættarskipanin var tað fyrsta, sum mátti yvirtakast.
? Tað er at halda bæði danskar myndugleikar føroyskar myndugleikar fyri gjøldur heldur hann.

Blokkurin kundi verið burtur
Høgni Hoydal sigur, at annars vildi tjóðveldisflokkurin góðtaka, at blokkurin varð ikki minkaður í komandi valskeiðnum.
? Men hóast vit strektu okkum so langt, sum vit yvirhøvur kundi, var ongin møguleiki at fáa hinar flokkarnar at taka undir við tí.
Hann sigur, at tað løgna er, at eftir samrøðum við sambandsflokkin, er tað púra greitt, at tað hevði borið til at komið minst líka langt á sjálvstýrisleið við honum, sum tað nú vísir seg at bera til at koma við fólkaflokkinum, sjálvstýrisflokkinum og javnaðarflokkinum.
? Tað fyrikemur mær løgið, tí fyri nøkrum árum síðani gjørdi javnaðarflokkurin eitt uppskot um at regulera blokkstuðulin eftir búskaparligu gongdini í Føroyum, tvs, at tá ið uppgangstíðir vóru, skuldi blokkurin lækkast og øvugt.
?Síðani hevur búskaparliga gongdin í Føroyum gingið beint uppeftir og skuldu vit fylgt uppskotinum frá javnaðarflokkinum, hevði blokkurin verið burtur í dag, sigur Høgni Hoydal.
Formaður tjóðveldisfloksins sigur, at lagnan hjá sjálvstýristilgongdini nú stendur og fellur við tí, sum løgmaður ger.
? Vit vita, at ein sálvstýrissamgonga er til reiðar. Tað er bara at fáa miðflokkin upp í samgonguna, tí tað hevur hann alment og í samrøðum við okkum, boðað frá, at hann er sinnaður til. Bara soleiðis kunnu vit varðveita trúvirði mótvegis føroyska veljaranum og umheiminum.
? Tí er tað ómetaliga løgið, at fólkaflokkurin og sjálvstýrisflokkurin ikki vilja royna tann møguleikan, men heldur vilja sleppa øllum og fara sambandsleiðina, sigur Høgni Hoydal.