? Eg bíði bara, inntil samráðingarnar verða tiknar upp aftur.
Høgni Hoydal, Landsstýrismaður í Skúlamálum sigur, at tað er ein misskiljing, tá ið tað verður ført fram, at hann vísir ósemjuni í fólkaskúlanum frá sær.
Hann sigur, at í farnu viku fekk hann ein fyrispurning frá Lærarafelagnum um ein fund.
Men hann hevur svarað felagnum aftur, at hann kann ikki koma á fund, fyrrenn samráðingarnar verða tiknar uppaftur
? Tað er okkara fremsta endamál at fáa gongd aftur á samráðingarnar, so tað vóna vit, verður skjótt.
Men tað skilst á Landsstýrismanninum, at hann heldur, at samráðingarnar eru á skeivum grundarlag.
Hesar samráðingarnar eru í tveimum pørtum.
? Í fyrra lagi er talan um sáttmálasamráðingar um løn og onnur starvsviðurskifti. Í tí sambandinum hevur Undirvísingar- og Mentamálastýrið sjálvsagt verið upp í, tí hvat starvsviðurskiftum viðvíkur, er tað í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum, at serfrøðin er.
Men Høgni Hoydal sigur, at vandin er, at Lærarafelagið roynir at gera ein sáttmála, sum snýr seg um viðurskifti í sjálvari fólkaskúlalógina. Og tað er hetta, sum ósemjan fyri ein stóran part snýr seg um.
? Men hetta er ein politiskur spurningur, tí í hesum sambandi er landsstýrismaðurin bara bundin at Løgtinginum og tí ber tað ikki til at viðgera fólkaskúlalógina í sáttmálasamráðingum.
Høgni Hoydal sigur, at hann hevur onki ímóti at viðgerða spurningin um nýggju fólkaskúlalógina, men tað er eitt mál, sum má takast upp í løgtinginum og tað kann ikki bindast í einum sáttmála við eitt fakfelag. Tað ber nevniliga ikki til at binda seg í einum sáttmála til, hvussu skjótt ymsir partar í fólkaskúlalógin skulu koma at virka.
Men, hvussu kanst tú skilja tey bæði sundur, tí sáttmálasamráðingar eru ikki bara um løn, tær eru eisini um onnur starvsviðurskifti.
? Ja, og í samráðingunum ber tað sjálvsagt altíð til at tosa um, hvørja arbeiðsbyrðu lærararnir hava havt, og hvat, teir hava fingið afturat.
? Men vit kunnu ikki binda okkum mótvegis einum fakfelag til, hvussu og nær fólkaskúlalógin skal fáast at virka, tí tað er ein tilgongd, sum kemur at ganga yvir fleiri ár.
Nú er tað rættiliga stórur munur á, tí, sum Lærarafelagið sigur er arbeiðstíðin hjá lærarunum og tað roknistykkið, sum Fíggjarmálastýrið hevur gjørt um arbeiðstíðina hjá lærarunum. Hvussu ber tað til at koma víðari, tá ið partarnir ikki so frægt kunnu semjast um, hvussu nógv lærarar hava arbeitt og, hvussu nógv, teir arbeiða nú?
? Ja, tað er ein trupulleiki, sum vit hava roynt at loyst í ymsum bólkum. Hetta er ein spurningur, sum vit mugu verða samd um. Men tað er ein spurningur, sum vit mugu finna útav í samráðingunum.
Høgni Hoydal sigur, at tað, sum tað nú snýr seg um, er, at fáa partarnar aftur til samráðingarborðið.
? Vit mugu seta nøkur punkt upp og so samráðast um tey, eitt og eitt, til vit eru liðug.
Men hann endurtekur tað, sum hann áður hevur sagt, at tað er neyðugt at skilja samráðingarnar sundur.
? Tað er ongin ivi um, at vit hava ímóti at viðgera tað, sum hevur við Undirvísingar- og Mentamálastýrið at gera.
?Men annars eru samráðingarnar formliga ímillum Lærarafelagið og Fíggjarmálastýrið.
? Og tað skuldi ikki verið nakar trupulleiki at býtt tær uppgávurnar sundur, so at hvør tók sær av sínum.
Høgni Hoydal sigur, at hetta er eisini ein spurningur um at endurvinna tað álitið, sum eigur at vera ímillum landsins myndugleikar og fakfeløgini.