Høgni Hoydal bilsin av úrslititinum

-Veljarakanningin í farnu viku vísir týðiligt, at rákið í Føroyum er fram ímóti fullveldi,sigur landsstýrismaðurin í fullveldismálum

- Eg eri rættiliga bilsin. Hetta vísir jú, at tað er meiri enn 1/3 av veljarunum, sum vilja hava fullveldi, hóast skiftistíðin bara verður fýra ár.

Høgni Hoydal, Landsstýrismaður í fullveldismálum, heldur, at veljarakanningin, sum varð gjørd í farnu viku, er ein sigur fyri føroysku fullveldisrørsluna.

Hann fegnast um, at kanningin vísur, at hevði løgtingsval verið í dag, hevði tjóðveldisflokkurin verið størsti flokkur á tingi, hóast tað oftani er dýrt at sita í samgongu, og hóast ákoyringarnar hava verið øgiligar.

Hann fegnast um, at samgongan gongur munandi fram og hann fegnast um, at veljarin tekur undir við teirri nýggju kósini, sum samgongan hevur sett í fullveldismálinum.

-Kanningin er sera positiv. Tú skalt í sterkar brillur fyri at finna nakað negativt, heldur Høgni Hoydal.

Men tað, ið hann kanska tekur sum ein tann størsta sigurin, er, at kanningin vísir, at heili 34% av veljarunum høvdu atkvøtt fyri fullveldinum, hóast skiftistíðin bara er fýra ár.

-Tað er í veruleikanum eitt skarvslop til frama fyri fullveldi, tí tað er nógv meiri enn tann seinasta veljarakanningin vísti.


Gøtan er greið

Annars heldur hann, at ein veljarakanning, sum hendan, kann bara vísa eitt rák í fólkinum, og tí skal hon tulkast við størsta varsemi.

Hann heldur tí ikki, at tað skal leggjast so nógv í tann partin av kanningini, sum vísir, hvønn veljararnir hjá teimum ymsu flokkunum helst vilja samstarva við, og, hvørjar flokkar teir ymsu veljararnir halda vera best førar fyri at fáa tað bestu avtaluna við donsku stjørnina um framtíðarstøðu Føroya.

-Hetta eru smálutir, sum tað neyvan er grundarlag fyri at gera nakrar politiskar metingar út frá.

Men hann heldur kortini, at kanningin vísir týðiligt, at rákið í fólkinum er fram ímóti føroyskum fullveldi og tað kann hann ikki annað enn fegnast um.

Hann sigur, at kanningin vísir, at gøtan hjá føroyska veljaranum er greið. Og hann ivast ikki í, at tað er hugburðurin hjá donsku stjørnini í samráðingunum, sum hevur greitt gøtuna.

-Eftir tríggjar samráðingarfundir er niðurstøðan, at danska stjórnin vil ikki av við Føroyar. Og at danska stjórin ikki so frægt sum vildi viðurkenna okkum sum tjóð, hevur bara styrkt fullveldisætlanina.

-Tað stendur nú púra greitt fyri veljaranum, at tað finst onki alternativ til fullveldi. Hann veit nú, at alt tos um sjálvstýrislógir, og at vit eru javnbjóðis samstarvsfelagir í ríkisfelagsskapinum, er ein sápubløðra. Hann veit, at antin taka vit fullveldi, ella blíva vit verandi í eini heimastýrisskipan, har tað er annar parturin, sum hevur fullan yvirvaldsrætt yvir hinum.

-Hetta hevur danska stjórin nú sligið fast við sjeytummaseymi og tað veit veljarin nú, sigur Høgni Hoydal.